Fyrispurningur um lønarlyft

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/04/25 at 12:08 AM

Í samband við nógv umrødda lønarlyftið til útvaldar bólkar á umsorganarøkinum,   er tað undrunarvert, at sjúkrarøktarfrøðingar verða frávaldir  ?   Í 1969 blivu tær flokkaðar í ein lægri lønarflokk enn mennirnir, tí tær ikki høvdu forsyrgjaraskyldu.

Fyri ikki so nógvum árum síðan í krepputíðum fóru sjúkrarøktarfrøðingar niður í løn fyri at vísa samfelagssinni. Í  2017  vildu sjúkrarøktarfrøðingarnir gera upp við reformin  í 1969 og lønarniðurskurðin í kreppuni. 

Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at tey, sum  starvast  á umsorganarøkinum, skuldu upp í løn. Løgmaður hevur eisini sagt,  at tað er upp á tíðina at  kvinnufakini fáa eitt uppiborið lønarlyft.  Hann hevur eisini sagt, at tá umsorganarøkini virka optimalt eru tað ikki bara starvsfólkini sum vinna, men eisini brúkarin og avvarðandi.  Eg fái hesi orð  løgmans  illa at passa saman  við tað sum verður víst í verki,  nevniliga  útihýsingina av sjúkrarøktarfrøðingunum.

Spennandi verður at fylgja, um  umsorganarøkini blíva betri,  tá tey  við hægstu/longstu  útbúgvingini  á økinum verða útihýst. Hetta er undrunarvert og ørkymlandi. Avdúkar hetta ikki   manglandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingunum og faki teirra ? Og stendur hetta ikki í skríggjandi andsøgn við tað, sum bleiv sagt undir korona av landsins politikarum. ?  Tað  gekk  næstan ikki dagur, har øll fingu at hoyra ,  hvussu týdningarmikið arbeiði sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu í koronatíðini.  Har manglaðu ikki lovorð,  herðaklapp og rósur, men tað livir sum kunnugt ongin av.

Tá eg gekk á politiskúla í 1986 vóru sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark. Eitt av herrópunum var “vi er glade for vores arbejde, men det kan vi ikke leve af”.  Sum kunnugt livir  heldur ongin  av lovorðum, herðaklappum og rósum.

Samgongan ætlar  at geva nøkrum  bólkum innan sama øki lønarlyft, men skulu   sjúkrarøktarfrøðingar taka til takkar við lovorðum, herðaklappum og rósum ?.

Ætlanin við mínum fyrispurningi er so avgjørt ikki at seta bólkar upp móti hvørjum øðrum.  Tað hevur  samgongan við hesum longu  gjørt. Eg haldi, at øll á umsorganarøkinum skulu hava lønarlyft og ongin skal útihýsast.  Tað sum samgongan ætlar at gera tykist  sera løgið.

At gera lønarlyfti til stríð um kvinnurættindi og ikki taka sjúkrarøktarfrøðingarnar við, er tað ikki  at vísa manglandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum og fyri javnstøðustríðnum ?.

Eg havi í dag sent landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum fylgjandi spurningar:

Spurningarnir eru:

Hvør  er  orsøkin  til,  at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru  valdir frá,  nú  samgongan ætlar at lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum?

Hevur    útihýsingin    av    sjúkrarøktarfrøðingunum    nakað    við    sáttmála-samráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til eitt rímiligt úrslit?

Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving  innan  umsorganarøkið, tá  starvsbólkurin  verður útihýstur  í samband við lønarlyftið?

Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt lønarlyft  ?

Les leinkju: Mál (logting.fo)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *