Home Fólk og Frítíð Ovastevna um vikuskiftið

Ovastevna um vikuskiftið

by Lagt út ÓML

Árliga ovastevnan byrjar nú fríggjamorgunin við hópin av tiltøkum. Serstakt er sangleikurin »Kongsdóturin í Nólsoy«, sum verður framførdur á flakavirkinum, og kabarettin »Closed«, sum verður í Royndarhúsinum. Annars er sum vant svimji- og rennikapping.

Skráin byrjar í veruleikanum longu hóskvøldið, tá sangleikurin »Kongsdóturin í Nólsoy« verður frumspældur á flakavirkinum. Fríggjamorgunin byrjar so veruliga skráin.

Leygardagurin er stóri dagurin, sum byrar við morgundyppi á Malarenda. Rennikapping verður og eitt nú kann ein uppliva frásøgn um matmentan »Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava«. Fleiri konsertir eru og tiltikna svimjingin um Nólsoyarfjørð verður tíðliga seinnapartin.

Sunnudagin er skráin meira avslappandi, men tiltøkini halda fram mánadagin og endað verður við kabarettini »Closed« í Royndarhusinum.

Sí annars skránna niðanfyri:

Hósdagin 10. august

17:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy», sangleikur frumframførdur á flakavirkinum, 150 kr. – útselt

Fríggjadagin 11. august

09:30            Matvørubúðin er opin til kl. 19:00

13:00            Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 19:00

13:00            Maggie’s er opið til kl. 23:45

14:00            Heimavirkið er opið til kl. 17:00

14:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

17:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

19:00            Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45

20:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

20:30            Andakt í kirkjuni við Hanusi Pál Jógvanson, presti

21:30            Ovastevnu Quiz við Karlot í tjaldinum á keiini

00:00            Feedback spæla í tjaldinum á keiini

Leygardagin 12. august

09:00            Matvørubúðin er opin til kl. 20:00

10:00            Morgundypp á Malarenda

10:30            Morgunsangur í kirkjuni við Emil Olsen, stiftspresti

11:00            Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin, heiðursmerkjahandan aftaná

11:00            Heimavirkið er opið til á miðnátt, tó er stongt millum kl. 13 og 15

11:30            »Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava«. Uttanfyri hjá Maud

12:00            Grýturætturin hjá Maud fæst til keyps á keiini

12:00            Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00

12:30            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

13:00            Ljómur og Vágakórið v/Benjamin Gaasedal hava konsert í kirkjuni

13:00            Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 20

13:00            Maggie’s er opið til kl. 03:45

13:45            Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 15:00

14:00            Karlot Hergeirsson setir stevnuna á keiini, Havnar hornorkestur spælir

14:30            Listaframsýning í gamla pakkhúsneystinum

14:30            22B á Glasi hevur café í erva í Avhaldshúsinum

14:00            7D biografur úti á Veg, kostnaður 50 kr.

15:00            Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 – kostnaður 50 kr.

15:00            Barna- og familjutiltak á Malarenda

15:00            Barnabasarur – børn selja úti á Veg

15:00            Tarira hevur konsert í kirkjuni, Bernharður Wilkinson stjórnar

15:00            Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45

15:00            Spæliplássið á Látrinum er opið til kl. 18:00

15:00            Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg

15:00            Boing-bóltar á Mýrini

16:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

16:00            Fuglafjarðar sangkór hevur konsert í kirkjuni, Heðin Kambsdal stjórnar

16:30            Barnaundirhald á keiini – gyklarin Ásbjørn

17:00            Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini

17:00            Tórshavnar manskór hevur konsert í kirkjuni, Hanus Joensen stjórnar

18:00            Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini

18:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

18:00            Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr »101 kórsangur«

19:00            Herborg Torkilsdóttir, tónleikaframførsla á keiini

20:00            Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

20:00            Kim Hansen, spælir á Maggie’s, ókeypis atgongd

21:00            Maria og Ronny, tónleikaframførsla á keiini

22:00            Felagssangur við fylgispæli á keiini

23:00            Signar í Homrum og ROX spæla í tjaldinum á keiini

23:00            Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum

23:00            Dansur í Royndarhúsinum við Martini Sømark og Finni S. Olsen, 100 kr.

Sunnudagin 13. august

12:00            Guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, presti.

14:00            Kunningarstovan / Neystkafé hevur opið til kl. 17:00

15:00            Maggie’s er opið til kl. 23:45

18:00            »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum

20:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

Mánadagin 14. august

13:00            Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 16:00

13:00            Matvørubúðin er opin til kl. 17:30

13:00            Maggie’s er opið til kl. 23:45

14:00            Heimavirkið er opið til kl. 17:00

19:00            Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.

a large crowd of people at a gathering

people on a beach

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like