Home VinnaVinna & Samfelag Vinnulívsráðið í Klaksvík

Vinnulívsráðið í Klaksvík

by Lagt út ÓML
RANNVÁ ISAKSEN NÝGGJ FORKVINNA Í VINNULÍVSRÁÐNUM
Vinnulívsráðið í Klaksvík hevði í gjár, árliga aðalfundin í Varpinum. Formaðurin seinastu seks árini, Jan Petersen, ynskti ikki afturval.
Rannvá Isaksen varð vald í nevndina fyri Jan Petersen. Umframt Jan Petersen, stóð Frimodt Rasmussen fyri vali. Kjartan Hansen og Pætur Gerðalíð vóru valdir sum tiltakslimir.
Eftir fundin, skipaði nevndin seg við Rannvá Isaksen sum forkvinnu.
Hini í nevndini eru Frimodt Rasmussen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Rani Nolsøe og Heini Hansen.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More