Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Minni av makreli í Norðurhøvum

Minni av makreli í Norðurhøvum

by Lagt út ÓML

Makrelkanningarnar í juli vístu, at minni av makreli er í Norðurhøvum enn undanfarin ár. Vísitalið er tað minsta síðani 2007. Samanborið við í fjør er minkingin umleið 40 %. Mest var av 3 og 4 ára gomlum makreli norðanfyri, men eisini var nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli í Norðsjónum.

Makrelurin er framvegis rættiliga eystarliga, og tað hevur hann verið síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Serliga var nógvur makrelur úti á djúpum, uttan fyri norska landgrunnin. Nøgdirnar norðan fyri Føroyar vóru nakað tær somu sum í fjør.

Úrslitini verða brúkt í makrelstovnsmetingini, sum verður gjørd komandi vikuna. Makrelkanningarnar eru felagskanningar, sum Jákup Sverri ger saman við rannsóknarskipum úr Íslandi, Noregi og Danmark.

Í ár vóru úrslitini fyri sild og svartkjaft ikki tøk til stovnsmetingarfundin, men verða roknaði seinni í heyst.

Les frágreiðingina her.

Eydna í Homrum

24. august 2023

Mynd 1. Útbreiðsla og nøgd (tons) av makreli í yvirlitstrolingini summarið 2023.

Mynd 2. Vísitalið fyri nøgd av makreli í yvirlitstrolingini á sumri (milliónir tons), tíðarskeiðið 2007-2023.

Kelda & mynd: havstovan 24 aug. 2023

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More