Lat okkum enn einaferð vera virkin saman í oktober!

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2022/09/28 at 9:36 PM
Spread the love

Tíðindaskriv

Álmanakkar til børn, ung og vaksin
Fólkaheilsuráðið hevur tríggjar álmanakkar; ein til børn, ein til ung og ein til vaksin. Uppskotini
minna um hvørt annað, men málburðurin og uppskotini eru rættað til aldurin. Við átakinum virkin
oktober eggja vit einstaklingum, skúlum, feløgum, arbeiðsplássum og stovnum at taka lut í
átakinum í oktober.
Álmanakkarnir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kanst gera
nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað
er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur,
ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu
gerðirnar, sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu
heilsuna.
Álmanakkarnir leggja upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálvan, saman við øðrum og gert okkurt,sum gevur meining fyri teg. Kanska fært tú áhuga í nýggjum frítíðarítrivum ella fært nýggjar vanar,sum tú tekur við tær víðari í lívinum.

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum
www.folkaheilsa.fo ella her og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC
fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.


Gev øðrum íblástur til at vera virkin
Í sambandi við Virkin oktober, skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini kapping á Instagram, har endamálið
er, at fólk kunnu fáa íblástur frá hvør øðrum til at vera virkin í oktober.
“Endamálið er ikki at samanbera seg við onnur, men at geva øðrum íblástur til at vera virkin í
oktober og vísa, at øll kunnu vera virkin uppá onkran máta, og hvussu einfalt tað kann vera at gera
okkurt gott fyri sálarligu heilsuna” sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.
Tú kanst taka lut í kappingini á Instagram á henda hátt:

  1. Fylg síðuni “Folkaheilsuradid” og
  2. Vís okkum á Instagram, hvussu tú ert virkin í oktober við at leggja eina mynd sum uppslag
    út á tín profil (ikki sum “story”) og nýt: #virkinoktober2022 og #abcfyrisálarligaheilsu.
    So ert tú við í lutakastinum um tvær nætur í eini av smáttunum hjá “Múlafossur Cottages” í
    Gásadali fyri 4-6 persónar. Virði 4500 kr. Tú ert eisini við til at geva øðrum íblástur til at vera virkin í
    oktober! Ein tilvildarligur vinnari millum øll uppsløgini verður funnin 1. november 2022.
    Fólkaheilsuráðið skipar fyri bæði “Virkin oktober” og “ABC vikuni” í oktober, og tí er hettar ein
    mánaði, har Fólkaheilsuráðið veruliga roynir at skapa tilvit um, hvussu stóran týdning tað hevur at
    raðfesta at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna. Skráin fyri ABC vikuna kemur seinni hesa vikuna.
    Góðan virknan oktober!
    Fólkaheilsuráðið
Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *