onsdag, januar 14, 2026
Home Tíðindir Niels Juel Arge nýggjur stjóri á Strandferðsluni

Niels Juel Arge nýggjur stjóri á Strandferðsluni

0 comments

28.09.2022

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur sett Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni. Við sínum yrkisroyndum, sum skifta millum alment og privat, er Niels Juel Arge væl skikkaður til starvið sum stjóri á SSL. Niels Juel hevur verið fíggjarleiðari á strandferðsluni í tveimum umførum umframt fyribils stjóri í 2007. 

Niels Juel Arge er í løtuni fíggjarleiðari hjá Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud. Harumframt hevur hann ískoytisútbúgving frá journalistháskúlanum í Århus. Niels Juel er 56 ára gamal.

Eftir ætlan byrjar Niels Juel í starvinum 1. november.

Kelda: og mynd ssl.fo

Savnsmynd 24.FO

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira