Tvískattaavtalur fara at geva størri fleksibilitet og altjóða kappingarføri

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/04/15 at 2:12 PM

Í seinastu viku vóru ófráboðaðir fyrispurningar í løgtinginum, og eg setti landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum spurningin, um gongdina við málinum um tvískattaavtalur.

Landsstýriskvinnan greiddi í stórum trekkum frá, at mann hevur verið á fundi við umboðum í Vinnuhúsinum, fyri at finna útav, hvørji lond eru áhugaverd ella viðkomandi at gera avtalur við. Tað vil siga, at eitt ávíst stig er nú tikið – og tað er jú gott.

Eisini greiddi hon frá, at tað kann taka langa tíð at arbeiða við hesum, og tað er eisini væl skilligt, men hvat merkir tað fyri vinnuna – og hvat kann mann tá gera?

Tað er eitt dilemma, sum føroyska shippingvinnan stendur í beint nú. Ivin um Føroyar nakrantíð fær eitt breiðari úrval av tvískattaavtalum er allarhelst har, og hvat er so næsta stig – verður neyðugt at flagga út?

Tað ber væl til at kanna møguleikarnar at knýta Føroyar uppí tær donsku avtalurnar, meðan arbeitt verður við málinum – tað er onki at bíða eftir!

Vælferðin og fíggjarliga haldførið hjá Føroyum hongur beinleiðis saman við, at vinnan er sterk og trívist. Men allar avmarkingar og forðingar mugu vekk, soleiðis at okkara vinnulívsfólk hava góðar treytir at arbeiða undir á altjóða støði.

Tað er altavgerandi, at samgongan prioriterar pragmatiskar loysnir framum ideologiskar forðingar, tí tað er alneyðugt fyri vinnuna, at Føroyar fær víðka um tvískattaavtalurnar fyri at hava størri operationellan fleksibilitet og altjóða kappingarføri.

Mann kann stúra fyri, at hetta arbeiðið fer at draga út og ikki letur seg gera innanfyri rímiliga tíð. Tað er spell – og er lemjandi fyri vinnuna.

Eyðdis Hartmann Niclasen

løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin

Share this Article