Starvsfólk til Dr. Margrethu barnagarð

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/04/15 at 9:47 PM

Vit søkja eftir námsfrøðingum/hjálparfólkum at byrja 1. mai og 13. mai 2024, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00. Størvini eru 20 og 30 tímar um vikuna, at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein góðan innihaldsríkan dag. Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 2 / 24.
 
Umsókn:

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 23. apríl 2024 kl. 12.00. Meir fæst at vita við at venda sær til Marjun Lassen, leiðara, á tlf. 455557 / 212557 ella Hedvig Waagstein, varaleiðaran, á tlf. 216734

Um Dr. Margrethu barnagarð
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni  www.margretha.fo


Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo 

Share this Article