Høgni Hoydal á fundi við formannin fyri aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/04/12 at 3:13 PM

    

Høgni Hoydal á fundi við formannin fyri aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var í gjár á fundi við formannin fyri aðalfund Sameindu Tjóða, Dennis Francis, sum er úr oyggjalandinum Trinidad & Tobago.

Á fundinum umrøddu teir eitt nú leiklutin hjá aðalfundinum, sum sjáldan hevur verið størri og týdningarmiklari enn beint nú við áleikandi kríggjum í Ukraina og í Gasa. Í ST er eftir stovningarsáttmálanum ein javnvág millum ST aðalfundin og ST trygdarráðið. Men í løtuni er javnvágin eitt sindur skeiklað. Hetta kemur millum annað til sjóndar á tann hátt, at ST trygdarráðið ikki fær gjørt bindandi viðstøkur í fleiri málum, tí onkur av føstu limunum í trygdarráðnum nýtir sýtingarrættin. Tá ið so er, gerast samtyktir – og atkvøðugreiðslur – hjá aðalfundinum uppaftur meira týðandi, tí tær eru greið politisk ábending um, hvat heimssamfelagið heldur um ymsu ósemjurnar kring heimin.

Teir viðgjørdu á fundinum eisini støðuna og eftirlitið við avtøkuni av hjálandavaldi og rættin hjá tjóðum til sjálvsavgerðarrætt sambært ST-sáttmálanum um avkolonialisering. Og teir umrøddu møguleikarnar og stríðsmálini viðvíkjandi sýtingarrættinum hjá teimum føstu limunum í Trygdarráðnum, sum læsir atgerðirnar hjá ST at verja fólk og tjóðir móti álopum, kríggi og ræðuleikum.

Dennis Francis greiddi eisini frá leiklutinum hjá aðalfundinum um støðugt at tryggja, at heimsmálini verða ment og framd.

Landsstýrismaðurin nýtti høvi til at greiða frá, hvussu Føroyar støðugt virka fyri og seta í verk ST heimsmálini um burðardygga menning, og at Føroyar vóru millum fyrstu lond at týða heimsmálini til egið mál og seta tey inn í flestu politisku málsøkir landsins.

https://www.uvmr.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *