Home Fólk og Frítíð Móttøka fyri Norðurlandameistaranum

Móttøka fyri Norðurlandameistaranum

by Lagt út ÓML

Í gjárkvøldið 11 apríl, var móttøka fyri Aron Jacobsen, fimleikara, sum herfyri vann Norðurlandameistaraheitið í beinsveiggi.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur og Føroyar vinna gull. Hetta verður mett at vera tað besta føroyska úrslit nakrantíð í amboðsfimleiki.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt á móttøkuni:

“Ítróttur og umstøðurnar hjá ítróttinum hava høga raðfesting hjá Tórshavnar kommunu.

Vit hava gjøgnum nógv ár bøtt um karmarnar, bygt nýtt til flest allar ítróttargreinar. Millum annað bygdu vit Fimi í 2011, so bæði Havnar Fimleikafelag og Ljósið fingu betri umstøður.

Og vit halda fram við at bøta um karmarnar. Skjótt verður nýggi langhylurin liðugur. Komandi ár verður stórhøllin við Tjarnir liðug. Tá fara umstøðurnar hjá ítróttinum í Tórshavnar kommunu at vera tær bestu í Føroyum.

Longu nú eru fleiri altjóða kappingar í Havn bæði um veturin og summarið, og inni og úti. Við høllini við Tjarnir fer at bera til hjá Føroyum at vera vertur fyri so at siga øllum altjóða innandura kappingum.

Vit síggja longu nú, at tit ítróttarfólk eru komin á altjóða støði, og tí verður eisini spennandi at kunna bjóða enn fleiri ítróttafólkum henda vegin til kappingar.

Góði Aron, tú ert uppvaksin í Havnar Fimleikafelag. Í dag lesur tú niðri, men hevur hildið fast í venjingini. Í Havnar Fimleikafelag og í Fimleikasambandinum eru tey errin av tær, nú tú kanst kalla teg norðurlendskur meistari.

Tað hevur alstóran týdning, at tú saman við øðrum ítróttafólkum, sum taka lut í altjóða ítrótti, vísa teimum ungu, at tað ber væl til at kappast úti í heimi.”

a group of people standing in a room

a group of people standing in a room with food on the table

a person speaking to Phyllis Lambert et al.

Cornelia Ernst et al. standing in a room

a man in a black shirt

a person in a suit standing in front of a table with food

a group of people posing for a photo

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More