Innflutningsvirðið minkað við 586 milliónum krónum

Hetta skriva Hagstovan á heimasíðuni.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2023/10/30 at 11:21 PM
Mynd: 24.FO tilvildarlig savnsmynd

Fyrstu 8 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,8 milliardir krónur.

Innflutningurin fyri fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,8 milliardir krónur. Hetta er sjey prosent minni enn sama tíðarskeið í 2022. Størstu íkastini til minkingina koma frá minkandi innflutningsvirði av brennievni og skipum og flogførum. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 1.228,6 milliónir krónur fyrstu átta mánaðirnar av 2023. Hetta er 344 milliónir krónur, ella 21,9 prosent, lægri enn sama tíðarskeið í 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum “rávøra til fiskavirking” (fyri tað mesta feskur toskur og makrelur). Har er innflutt fyri 192,2 milliónir krónur meira, sum er 38,3 prosent vøkstur.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin (fyri tað mesta alifóður). Innflutningsvirðið er vaksið 106,4 milliónir krónur, ella 20,8 prosent.

Hagstova Føroya 18 okt.2023

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *