Home Fólk og Frítíð Ársdagur fyri viðarlundir í Havn í dag

Ársdagur fyri viðarlundir í Havn í dag

by Lagt út ÓML

Í dag hevur verið hátíðarhald fyri viðarlundunum í Tórshavnar kommunu. Kristi himmalsferðardag halda fýra viðarlundir ársdag.

120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantaguni. 90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.

Í sambandi við ársdagarnar hjá teimum fýra viðarlundunum skipaði Tórshavnar kommuna fyri hátíðarhaldið í dag, Kristi himmalsferðardag. Hátíðarhaldið var í viðarlundini úti í Grið.
Millum onnur helt borgarstjórin røðu, har hann byrjaði við at nevna, at Tórshavnar kommuna júst hesa vikuna varpar ljós á umhvørvið – tað er umhvørvisvika.

Hesa vikuna varpar Tórshavnar kommuna ljós á umhvørvið við umhvørvisvikuni. Tí umhvørvið og náttúra eru eitt andarhald í degnum. Vit kunnu steðga á og njóta tað vakra. Í Tórshavnar kommunu hava vit fleiri náttúruperlur. Onkrar frá náttúrunnar hond, aðrar frá mannahond. Millum hesar vøkru grønu blettir eru viðarlundirnar, sum fólk hava tikið stig til.

“ Eitt sunnukvøld í Plantaguni, har sita tvey lið um lið…” er ein tann kendasti sangurin í Føroyum. Leivur Johannesen syngur. Júst hesin sangurin hevur gjørt elstu viðarlundina í Havn, Viðarlundina í Gundadali, ella Plantaguna, sum vit plaga at siga, víðagitna um allar Føroyar. Í ár eru 120 ár síðani, at trø vórðu sett niður har.

– Plantagan er allarhelst ein av best umtóktu grønu blettunum í kommununi. Her ganga fólk túr, njóta djóralív, plantulív og bara løtuna. Viðarlundin við størsta lendinum er hon í Havnardali. Tað var í 1974, at kommunan lat lesa skógfriðingarbræv á økinum. Tað eru 50 ár síðani. Viðarlundin í Havnardali er um tveyhundrað og fýrstúsund fermetrar. Hetta er størsta viðarlund í landinum. Men bara ein partur av økinum er plantaður við trøum.

– Eg eri sjálvur nógv á trøðni í Havnardali, og gangi eisini nógv túr í viðarlundini har út. Tá er hugaligt at síggja, hvussu nógv fólk brúka stóra viðarlundaøkið. Tey bæði spáka, renna ella eru farin túr við hundinum.

– Fara vit úr Havnardali og oman eftir Landavegnum og steðga á beint áðrenn Vesturkirkjuna, so koma vit til Viðarlundina í Grið. Her, sum vit eru stødd í dag. Í ár eru 50 ár liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður her. Tá fólk fóru at byggja her um leiðir í 60unum og 70unum var ynski frá teimum um at fáa fáa eitt fríøki við runnum. Í dag er hetta ein vakur grønur blettur – mitt í býnum, men samstundis eitt sindur burturfrá.

– Fara vit av Landavegnum niðan á Oyggjarvegin síggja vit viðarlundina í Kerjum. Í ár eru 90 ár síðani fyrstu trøini vóru sett niður í Kerjum. Tað eru kanska ikki so nógv, ið hava gingið í hesi viðarlundini, men har er vakurt, og útsýnið yvir Havnina, Nólsoyarfjørð og Nólsoynna er avbera vakurt. 

– Fyri 90 árum síðani var henda viðarlundin langt uppi í haganum. Men í dag er býurin vaksin niðan hendanvegin, og tí liggur viðarlundin í Kerjum í dag beint við bústaðarøki. 

– Men viðarlundir eru ikki bara fyri fólk. Viðarlundir hava eisini stóran týdning fyri plantur og djóralív. Og júst fuglalív trívist væl í viðarlundum og har skógarvøkstur er. Og er nakað betri, enn at hoyra fuglasong.

– Náttúra og umhvørvið hevur týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum. Tí letur Tórshavnar kommuna á hvørjum ári plantupakkar til fólk í kommununi, so vit fáa fleiri grønar blettir, ið kunnu gagna djóralívinum og gleða fólk. Farna leygardag var long bíðirøð á Vaglinum, tí fólk vildu fegin hava ein plantupakka frá kommununi.  Tað er gleðiligt, at vit øll eru við til at fríðka um okkara vøkru kommunu.

– Vit eru komin inn í mai mánaða. Tað er ljósari, náttúran er vaknað. Lombini spæla sær og vit gerast lættari í sinni. Tummas Napoleon Djurhuus, – TonglaTummas- , skrivar í yrkingini “Áh tú undirfagri mai”.

“Fegnast fólk og fegnast fæ,
ljósið er vent aftur,
sól um sinnið lættir,
grønkast aftur lívsins træ,
sólgull yvir bygdarlag
-fegnast fólk og fegnast fæ.”

Takk fyri.
Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hópur av myndum eru at síggja á okkara heimasíðu á Facebook.

Hópur av myndum eru at síggja á okkara heimasíðu á Facebook.

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More