Gamli netbankin óvirkin eftir 31 oktobur

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2022/10/26 at 11:07 PM
Savnsmynd 24.fo

Nú nýggi netbankin veruliga skal takast í brúk skipaði Bank Nordik fyri kunnandi fundi fyri bókhaldarum og fíggjarfólki í høvuðssæti bankans.

Yvir 100 fólk vóru møtt til framløguna av netbankanum og sigast má at tað verður lagt nógv orka í at menna netbankan, sum er eitt norðurlendskt samstarv. Brúkararnir av netbankanum hava havt ávísar avbjóðingar  við at nýta netbankan, men alsamt fleiri tillagingar verða gjørdar so brúkara upplivingin gerst betur. Eisini kann tað verða ein avbjóðing at skifta tøkni / program. Tað eru gjørd fleiri video ið kunnu hjálpa brúkarunum at nýta nýggja netbankan.

Hetta skrivar Bank Nordik á teirra heimasíðu:   

Gamli Netbankin letur aftur 31. oktober

Framyvir verður bert møguligt at brúka nýggja Netbankan, ið hevur Samleikan sum innritanarloysn.

Fyrr í ár varð nýggi Netbankin hjá føroysku peningastovnunum tikin í nýtslu. Umframt nýtt snið og nýggjar funkur hevur nýggi Netbankin Samleikan sum innritanarloysn.

Hóast flestu kundarnir longu hava skift til nýggja Netbankan, hevur tað eisini borið til at brúka gamla Netbankan saman við NemID. Hesin møguleiki verður tó avtikin í næstum. Gamli Netbankin letur aftur tann 31. oktober, og í tíðarskeiðinum inntil tá ber bert til at fáa atgongd til gamla Netbankan umvegis nýggja Netbankan.

Hetta merkir, at allir kundar mugu hava Samleikan fyri at fáa atgongd til Netbankan, gera flytingar, undirskriva lán o.s.fr. Um tú ikki hevur fingið tær Samleikan, heita vit á teg um at skráseta teg á www.samleikin.fo sum skjótast.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *