lørdag, maj 9, 2026
Home Tænastuvinna Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norðoyggjum

Kom og sig tína hugsan um ferðavinnu í Norðoyggjum

0 comments

Í samband við at Landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunurnar í Norðoyggjum.

Endamálið við ferðavinnuætlanunum er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymsu kommununum, so hon verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt, við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. 

Heimafólk, festarar, hagastýri og onnur áhugað verða í hesum sambandi boðin til borgarafund. 

Á fundinum verður greitt nærri frá: 

·       hvat ein ferðavinnuætlan er og hvat endamálið er

·       hvussu arbeiðstilgongdin er skipað

·       hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið

Størstur dentur verður lagdur á tykkara íkast. Tí verður stórur partur av fundinum settur av til prát, spurningar og viðmerkingar. Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum. 

Yvirlit yvir fundirnir: 

Viðareiðis Kommuna:  23. februar kl. 19.00 í Viðareiðis skúla 

Hvannasunds Kommuna:  24. februar kl. 19.00 í skúlanum á Fossánesi

Kalsoy: Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes: 26. februar kl. 19.00 í Avhaldshúsinum í Mikladali 

Kunoyar Kommuna: 2. mars kl. 19.00 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi 

Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri: 3. mars kl. 19.00 í Varpinum í Klaksvík

Svínoy: Nærri kunning kemur seinni. 

Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram. 

Um tú ikki ynskir at taka orðið, verður eisini møguligt at lata skrivligt íkast á fundarstaðnum. 

Er ikki møguligt at møta á borgarafundi í tíni kommunu, ert tú vælkomin at møta á hinum fundunum.  

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira