Nú tað verður so nógv tosa um teldutrygt, er gott um vit øll fylgja nøkrum einkultum leiðreglum
Vit vita øll, at vit kunnu gera menniskiligar feilir og tí er tað umráðandi at verða vakin, og heilt vanlig trygdaratøk kunnu verja ímótið tí mesta.
Eitt er at minnast til, at tá í man installerar okkurt á eina teldu hjá einum starvsfólkið, so skal man minnast til at sláa antivirus til aftur. Eitt anna sum er sera týðandi, tað er at hava fleiri backup. Og man kann ikki bara kvetta sambandi til servarar og tænastu sum man hevur hjá einum veitara, uttan at hava tryggjan seg fult út in house.
Um man hevur fysiskt backup hjá einum føroyskum veitara og hesin hevur servarar á tveimum ymiskum støðun, so vildi man ikki kunna mist tað stóra av data. Kanska ein arbeiðsdag ella 24 timar. Og so var alt uppi at koyra aftur. Sjálvur haldi eg ikki, tað er ein nóg góð trygd hjá landinum, vinnuni og kommunum um man hevu alt liggjandi í skýnum ella in house ella á servarum uttanlanda.
Óli M. Lassen
