Home Fólk og Samfelag Nývalda Etiska ráðið farið til verka

Nývalda Etiska ráðið farið til verka

by Lagt út ÓML

Nývalda Etiska ráðið fór til verka í dag, tá ið limirnir í ráðnum og fakligi skrivarin vóru í Heilsumálaráðnum og heilsaðu upp á Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann og fyrisiting hansara.

Á myndini omanfyri eru :

Fremst: Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, fakligur skrivari, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, og Bergur Debes Joensen, formaður. 
Aftast: Súsanna Mortensen, Arni Zachariassen, Noomi Gregersen, Jóngerð Guttesen, Leif Olsen, Jógvan D. Hansen og Marjun Asbjarnardóttir Lómaklett, ráðslimir.
Katrin Kallsberg, ráðslimur, vantar á myndini.

Kelda og mynd: Etiskaradid.fo 4 okt 2022 | 

Nýggj forkvinna í Etiska ráðnum

1 oktobur 2020 skrivar Etiska ráðið at Anne Mette Greve Klemensen, prestur, tekur við eftir Hildur við Høgadalsá.

Hildur við Høgadalsá hevur valt at takka fyri seg sum forkvinna í Etiska ráðnum, og hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnt Anne Mette Greve Klemensen sum nýggja forkvinnu.

Anne Mette Greve Klemensen gjørdist cand.theol í 2010 og tók sangútbúgving frá Sjællands kirkemusikskole árið fyri.

Í 2011 gjørdist Anne Mette sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, har hon hevur virkað, inntil hon tók við embætinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi fyrr í ár. Harumframt hevur Anne Mette serkunnað seg innan eksistentiellar lívsstøður hjá barnakonum.

Í Etiska ráðnum eru 9 limir, ið verða settir fyri 4 ár í senn. Limirnir verða sitandi í ráðnum, til nýggir limir eru tilnevndir. Kelda og mynd: etiskaradid.fo

Var tað etiskt ella óetiskt at koyra Anne Mette frá ?

Sostatt slapp hon at sita í 2 ár og sagt verður úr heilsumálaráðnum at hette er púra greið jura, hinvegin stendur at tey verða vald fyri eitt fýra ára tíðarskieð. Sum vit sóu í KVF so skilti Anne Mette ikki hví hon ikki slapp at halda áfram.

Og eftir siti eg vit kensluni av, at hetta var løgið ella onkur kundi sagt “óetiskt”.

ÓML 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More