Home Politikkur Løgmaður til Oslo á fund við norska forsætisráðharran

Løgmaður til Oslo á fund við norska forsætisráðharran

by Lagt út ÓML

    

Týsdagin fer Bárður á Steig Nielsen løgmaður til Oslo, har hann skal á fund við norska forsætisráðharran Jonas Gahr Støre.

Á fundinum fara løgmaður og norski forsætisráðharrin m.a. viðgera, hvussu Føroyar og Norra kunnu styrkja um samstarvið, eitt nú á fiskivinnuøkinum. Somuleiðis fara teir at umrøða fiskiveiðusamstarvið, ið bæði Føroyar og Norra hava við Russland.

Fundurin verur mikudagin fyrrapart í Statsministerboligen, sum er almenni bústaðurin hjá norska forsætisráðharranum.

Jonas Gahr Støre tók við sum forsætisráðharri í oktober 2021, og er formaður í norska arbeiðaraflokkinum.

Kelda og mynd: lms.fo 10 okt. 2022

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More