Samhugaverkfallið er avlýst

Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at samhugaverkfallið, er eitt óheimilað stríðsstig. Hetta skrivar Starvsfelagið á teirra heimasíðu.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2023/11/03 at 3:41 PM

Fasti Gerðarrættur hevur gjørt av, at samhugaverkfallið, sum var lýst at koma í gildi 2. novembur á midnátt, er eitt óheimilað stríðsstig. Tí hevur Starvsfelagið sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um avlýsing av samhugaverkfallinum:

Starvsfelagið skal við hesum boða frá, at felagið avlýsir samhugaverkfallið, ið felagið lýsti í gjár, 2. novembur 2023, at koma í gildið hóskvøldið 2. novembur 2023 á midnátt galdandi til fríggjakvøldið 3. novembur 2023 á midnátt.

Nevndin viðger støðuna og kemur við nærri kunning seinni.

Starvsfelagið

Súni Selfoss, formaður

3. November 2023 Starvsfelagið Her

Share this Article