Lýst verður nú eftir kommunustjóra til Tórshavnar kommunu

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 uger ago
Updated 2023/11/06 at 8:38 AM
Savnsmynd 24.FO

Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum.

Starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarligi leiðari beint undir borgarstjóranum.

Meira sæst um starvið á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu venda sær til Heðin Mortensen, borgarstjóra, ella Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóra.

Umsóknarfreistin er 19.november 2023 klokkan 23.

Les meira her: Kommunustjóri

Share this Article