Home Fólk og Samfelag Verkætlanir ið skulu økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

Verkætlanir ið skulu økja tilvitskuna um føroyska matframleiðslu

by Lagt út ÓML

    

Í juni varð lýst eftir umsóknum, sum kunnu verða við til at økja  framleiðsluna, nýtsluna, virðingina fyri og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Inn komu tríggjar umsóknir. Hetta eru rættiligar ymiskar verkætlanir, sum á hvør sín hátt eru við til at fremja málini við stuðulsjáttanini.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið játtað 300.000 kr. sum partvíst verður við til at fíggja eina royndarverkætlan við skúlamati.

Verkætlanin hevur m.a. til endamáls at at leiða uppvaksandi ættarliðið burtur frá ósunnum matvanum við í staðin at kveikja áhuga teirra fyri føroyskari matframleiðslu og dygdar- og heilsugóðum kosti. Eitt annað mál í verkætlanini er at samskipa matarskipanina við undirvísingina og á tann hátt at økja um tilvit teirra um heilsugóðan mat úr føroysku rávørum.

Serbreytin á Kambsdali fær 50.000 kr. til eina verkætlan, ið hevur til endamáls at menna tilvit og virðing fyri eginframleiðslu og fyri førleikunum at gerast meira sjálvbjargin við mati. Talan er um framleiðslu, arbeiði við føroyskum rávørum, um upplýsing, matgerð og tvørfakligt samstarv um fyrireiking, lendi, framleiðslu og ætlan fyri upplýsing um føroyska heilsugóðan og stuttfluttan mat sum part av vanligari og serstakari undirvísing.

Húsarhaldsskúli Føroya og Matkovin fáa 400.000 kr. til verkætlanina “Matfrø(ð)i”, sum er ein verkstovurøð, har undirvíst verður um burðardygd, kostfrøði, matmentan, handfaring av rávørum og matgerð fyri ávikavist børnum og vaksnum. Málið er at kunna um og varðveita føroyska matmentan, sum er fyri stórum trýsti uttaneftir.

Kelda & mynd:uvmr.fo

You may also like