Home Fólk og Samfelag Hevur Dennis Holm gloymt hestsfólk?

Hevur Dennis Holm gloymt hestsfólk?

by Lagt út ÓML

Um ein góðan mánaða taka vit eitt stórt stig inn í framtíðina, tí tá letur Sandoyartunnilin upp.

Men fyri Hestsfólk verður tað enn eitt stórt stig aftur í tíðina, tí Strandferðslan setur Jósup í sigling millum Hest og Gomlurætt.

Sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu kann eg als ikki góðtaka, at landsstýrismaðurin í Samferðslumálum, Dennis Holm, letur hestsfólk sigla egnan sjógv.

Strandferðslan hevur lógarásetta skyldu at skipa fyri nøktandi flutningi av ferðafólki, farmi og akførum. Men á Hestsleiðini er alt annað enn nøktandi flutningur.

Minsta kravið má vera, at landsstýrismaðurin gevur fólki í Hesti eina nútímans farleið.

Tí vænti eg, at Dennis Holm, landsstýrismaður, finnur eina loysn, so eisini hestsfólk kunnu taka eitt stig inn í nútíðina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like