Home Fólk og Samfelag Stjóraskifti í Uttanríkistænastuni

Stjóraskifti í Uttanríkistænastuni

by Lagt út ÓML

Jóannes V. Hansen er settur í starv sum deildarstjóri fyri Uttanríkistænastuna. Starvið varð lýst leyst fyrr í summar, og vóru fýra umsóknir til starvið.   

Jóannes V. Hansen er 44 ára gamal, og hevur útbúgving innan altjóða politikk og diplomati úr Bretlandi. Jóannes V. Hansen hevur verið í starvi í Uttanríkistænastuni síðani 2008. Seinastu fimm árini hevur hann verið sendimaður í Keypmannahavn, og frá 2011 til 2015 var hann sendimaður í London.

Jóannes V. Hansen avloysir Gunnar Holm-Jacobsen, ið tann 1. september tekur við sum sendimaður í Keypmannahavn.

kelda:uvmr.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More