Ein landsstýrismaður sum ikki vil lurta er vandamikil

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2024/06/26 at 11:08 PM
Eyðstein Poulsen

Hóast mong skilafólk staðiliga ávaraðu landsstýri og løgting ímóti at trýsta nýggju ferðavinnulógina ígjøgnum, so vildu tey ikki lurtað, og nú fyriliggur úrslitið, sum er ein lóg, ið brýtur niður allar hugsandi skipanir og prinsipp fyri, hvussu eitt fólkaræðisligt land eigur at verða bygt upp.

Eitt gott grundarlag fyri at gerast ein góður landspolitikari er, at tú fyrst vinnur tær royndir sum kommunupolitikari, tí kennir tú ikki kommunurnar, so kennir tú ikki alt títt land. Líkt er til, at málið um “burðardygga ferðavinnu” ber brá av, at arkitekturin handan hesa lógina hevur ongar kommunupolitiskar royndir, og enn verri gerst støðan av, at landsstýrismaðurin verður ráðgivin og leiddur av sentralistiskt hugsandi embætisfólkum í landsumsitingini.

Kommunurnar skulu gjalda, men landið skal valda! Kommunurnar verða gjørdar til biddandi deildir hjá landsstýrinum! Bøndur og jarðareigarar verða fremmandagjørdir og ómynduggjørdir á egnari ogn! Ábyrgdin og rokningin liggur hjá kommunum og jarðareigarum kring landið, men valdið verður miðsavnað hjá landsstýrismanninum og hansara embætisvaldi! Miðsavnaða embætisverkið verður sett at umsita og ráða yvir teimum fólkavaldu kring landið!

Hesar eru nakrar av yvirskriftunum, sum tíverri kunnu setast yvir hesa nýggju ferðavinnulógina, sum er blivin trýst ígjøgnum av einum landsstýrismanni, sum ikki vil lurta eftir teimum staðiligu ávaringunum, sum hava ljóðað frá mongum skilafólkum – og enn løgnari er tað, at næstan øll samgongufólk hansara á løgtingi og næstan allur Sambandsflokkurin hava sett hesa ófrættakendu lóg í gildi fyri land okkara.

Gjald og vald fylgjast ikki!

Tá ið lógir verða smíðaðar um uppgávubýtið millum land og kommunur, er sera umráðandi, at gjald og vald altíð skulu fylgjast. Tí um kommunurnar skulu ábyrgdast og gjalda, so skulu tær fáa allar tær inntøkur, sum krevjast, fyri at kunna útinna tær ábyrgdir, sum lógin áleggur.

Í hesum føri áleggur lógin um “burðardygga ferðavinnu” kommununum ein hóp av uppgávum og ábyrgdum við tilhoyrandi kostnaðum: *taka avgerð um útvaldar hagagøtur, gera ferðavinnuætlanir, *skipa ferðsluna uttangarðs, halda farleiðirnar og gomlu bygdagøturnar, *gera skilhaldsreglur, har nógv ferðast, áseta reglur fyri vandamiklar farleiðir o.s.fr.

Hóast allar hesar kommunalu uppgávurnar so fara bæði gistingargjaldið og ferðagjaldið frá cruise skipum í ein serstakan landsalmennan grunn, hagar kommunurnar mugu senda umsóknir, um tær skulu fáa nakað burturav!

Hann, sum fær pengarnar, fær valdið, og tí er tað so avgerandi fyri rættvísina í eini lóg, hvør fær kekkin ella rættin at gera av, hvar pengarnir, sum koma inn, skulu fara.

At gera eina lóg, sum ásetur, at kommunurnar skulu gjalda, men landið skal valda, og har kommunurnar verða gjørdar til biddandi deildir hjá landsstýrinum, er so niðurgerandi ímóti kommunala fólkaræðinum, sum bara ein landsstýrismaður, ið ongantíð hevur sitið í nøkrum kommunustýri, kann finna uppá at smíða.

Embætismannaveldið

sett yvir fólkaræðinum

Sentralistiski hugburðurin heldur fram, tá ið stýrið fyri grunnin verður mannað, tí tað verður mestsum burturav mannað við embætisfólkum, ið eru sentralt vald: *landsstýrismaðurin velur formann og varaformann, og so sleppa hesi feløg at tilmæla ein lim og ein varalim: *Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag, *Tjóðsavnið og Umhvørvisstovan, *Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands, og sum eitt lítið plástur sleppur Kommunufelagið at velja ein lim í hendan embætismannabólkin.

Sostatt heldur hesin landsstýrismaðurin, sum ongantíð hevur sitið í einum kommunustýri, at nøkur útvald embætisfólk í og kring miðfyrisitingina skulu gera av og býta út peningin, sum kemur inn ísv. hesa lógina, meðan fólkavaldu kommunurnar, bøndur og jarðareigararnir kring landið skulu gera alt arbeiðið og mugu niður á knøini fyri embætisverkinum, um tey skulu hava eina krónu fyri allar útreiðslurnar, sum verða álagdar teimum við hesi lóg.

Tað er heilt greitt út frá hesum, at hjá teimum, sum nú ráða fyri borgum hjá landinum, er virðingin størri fyri tí sentrala embætisvaldinum, sum fólkið ikki hevur valt, enn virðingin er fyri teimum fólkavaldu í kommununum kring landið.

Sum politikari fyri ein borgarligan flokk harmist eg um hesa lógina, sum landsstýrið og ein meiriluti á løgtingi hevur smíðað og samtykt, tí hon rópar til himmals við ásetingum, ið skeikla og niðurgera aldargamlar skipanir, sum land okkara hevur bygt á í mannaminni.

Eyðstein Ólason Poulsen

Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð

Share this Article