Politiska skipanin í Føroyum komin á eitt vegamót

Sitandi samgonga – vánaligt politskt arbeiðslag. Johan Dahl. løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 7 måneder ago
Updated 2023/11/19 at 4:48 PM

Politiska pendulið svingar

So svingaði politiska pendulið aftur til høgru í einari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo., kunngjørd í gjár 11. november – tikk-takk, tikk-takk …. blokkpolitikkurin og skotgravar politikkurin heldur fram í besta velgående. Ein veljarakanning, vita vit, er ein støðumynd til ein nýggj aftur fyriliggur.

Eitt fleirtal av veljarunum, sum valdu sitandi samgongu, vilja nú hava eina aðra samgongu og aðrar høgravendar ella borgarligar flokkar til ræðið. Men kendu hesir veljarar ikki flokkarnar í verandi samgongu ella hava teir tikið feil ella eru skuffaðir yvir, at vallyftini ikki halda ella eru tað einstøk mál, sum koppa allari undirtøku.

Tað kann ikki bera til, at veljarin hevur tikið so nógv feil og hevur so stutt politiskt minni. Okay, so er talan kanska meira um eitt frával av verandi samgonguflokkum, heldur enn eitt tilval av verandi andstøðuflokkum. Tvs. eitt wakeup call til verandi samgongu, ein lúsing undir vangan frá Javnaðarveljarum, frá Tjóðveldisveljarum og eisini frá Framsóknarveljarum – heldur enn, at tað er eitt úrslit, sum ein kann vænta sær til eitt veruligt løgtingsval ella hvat?

Sitandi samgonga – vánaligt politskt arbeiðslag

Tað slepst illa undan at nevna, tað út av lagi ringa, politiska arbeiðslagið hjá sitandi samgongu. Serliga langt úti er tað at leggja fram í bestu tíðum eitt uppskot um fíggjarlóg 2024 við undirskoti, og síðan koma øll tey sera kostnaðarmiklu vallyftini, sum vóru ófíggjað og sum nú knappliga skulu fíggjast við hægri útreiðslum til húsarhaldini – gamaní fáa fólk skattalætta, men tann lættin rakar als ikki tey lægst løntu, tvørturímóti.

Sitandi samgonga hevur við hesum veruliga skapt sær sjálvum og føroyingum nakrar óneyðugar trupulleikar og ruðuleika.

Annað er drál at taka politisku avgerðirnar, eitt nú um handilssamstarv og veiðisáttmálan við Russland og at tryggja arbeiðspláss innan meirvirkning av rávørum VAP (Value Added Products).

Hetta er eisini ein samgonga, sum er sett saman soleiðis, at politikkurin er grundaður á blokkpolitikk og ongar breiðar politiskar semjur – sum aftur skapar ótryggleika upp á sikt og endaleysar ósemjur runt allastaðnis.

Tað sær út til, at leiðslan í C og E hava blandað blóð og vilja halda saman, kosta hvat tað vil. Tað skilabesta er kortini at hyggja eftir einari breiðari samgongu.

Annars kann eg upplýsa, at tað var Javnaðarflokkurin, sum veruliga innførdi blokkpolitikk í føroyskum politikki.

Skaðiligar avleiðingar av politiska arbeiðinum

Politiska arbeiðslagið skapar ein sera stóran ótryggleika og óstabilitet í samfelagnum og skaðar fólkaræðið, har fólk missa hugin at fylgja við politiskt og gerast líkaglað.

Blokkpolitikkur hevur við sær, at vit de facto hava politikarar, sum stýra tveimum samfeløgum ella hvør sínum samfelag í løgtinginum – eitt samfelag, sum í løtuni skal innrættast til samgongu (vinstra) og eitt samfelag, sum skal innrættast til andstøðu (høgra). Men hetta er jú sama samfelag, hví ikki taka tað besta frá høgru og tað besta frá vinstru – hví antin ella, sum steðgar neyðugari menning og enntá brýtur niður. Hugsa sær, um hetta var arbeiðslagið í einari nevnd í einum partafelag – felagið hevði farið ”out of business” rættuliga skjótt.

Hóttanin hongur í luftini við blokkpolitikkinum og politiski retorikkurin hoyrist nakað soleiðis: ”….. skipanin, sum tit nú hava broytt og sett í gildi, henda verður bara broytt aftur, tá vit koma til valdið, um stutta tíð – tað verður rullað aftur til tað gamla ella til nakað heilt annað”. Soleiðis koyrir tað í ring.

Nakað spinnandi galið er við politisku mentanini

Eitt er vist, politiska arbeiðslagið byrjar at gerast niðurbrótandi og beinleiðis skaðiligt fyri menningina, sum tørvur er á fyri framman, eitt nú at fremja neyðugar reformar í ymsu skipanunum í samfelagnum, til gagns fyri vanliga borgaran.

Tað hendir snøgt sagt onki politiskt innan reformpolitikk í Føroyum, meðan reformpolitikkur í t.d. Danmark hevur verðið náttúrligur partur av politikkinum í eini 30 ár og er grundarlagið undir tí stóru framgongd, sum Danmark hevur havt búskaparliga og á vælferðarøkinum.

Hugsa sær at stýra nærmast tveimum samfeløgum úr løgtingum, fleiri minnilutálit frá einari nevnd o.a. …. alt petta sundur í individuellar meiningar og sjálvdrátt, onki felags útspæl um nakað stórt. Hvør líður undir hesum, tað er borgarin og føroyska samfelagið og vinnan.

Blokkpolitikkurin sýnist at vera politiska rávøran hjá flestu flokkunum og okkara politikarum, og einstøk mál bera ávísum flokkum uppi, halda lív í teimum og er teirra tilverugrundlag, men samfelagið er meira enn hetta. Politiska mentanin, politiski førleikin og politisku visjónirnar eru á einum lágum støði eftir hondini.

Politiska hamstarahjólið má steðgast

Realpolitikkur má setast á politisku dagskránna hjá øllum flokkinum í Føroyum.

Hvørji boð hava vit upp á veruligt innihald í politikkinum komandi árini? Til tað krevst, at politikarar og flokkar finna saman í breiðum semjum, sum kunnu styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag. Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki.

Politikkur skal ikki metast sum ein ítrótt og kapping, har tað snýr seg um sjálvur at vinna og hini skulu tapa. Er tað soleiðis, so er hetta greitt tekin um eina politiska skipan, sum er óbúgvin, ein háðan móti fólkaræðinum – og politiska skipanin hevur tá fullkomuliga misskilt sína uppgávu og gloymt alt um okkara borgarar.

Johan Dahl

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Share this Article