Fiskastovnar sveiggja nógv. Og teir sveiggja periodiskt.
Tað eru tvær afturvendandi forsøgnir, sum siga okkum at nú verður nógvur fiskur. Onnur er, tá Osmund Justinussen sigur tað. Hin er tá Havstovan sigur, at fiskastovnarnir hava ongantíð verið so illa fyri sum nú.
Søgan endurtekur seg og tí ber til at læra av søguni. Men søgan endurtekur seg ikki so periodiskt at tað kann setast í matematiskan formil.
Tí er fyrimunur at megna at arbeiða við sera nógvum variablum og ongum konstanti samstundis. Tað gera allir fiskiskiparar hvønn einasta dag. Tí vita vit, at tað ber til, hóast tað als ikki er einfalt.
Uppsjóvarfiskur er ikki nakað nýtt. Vit vita at veiða eftir sild hevur verið vinna í minst 1000 ár. Skotar komu fyri 400 árum síðan til Føroya, fiskaðu sild til agn og veiddu tosk. Hetta tí at hollendarar høvdu 800 skip/bátar, sum fiskaðu tosk og 1000 sum fiskaðu sild og noyddust skotar av egnum grunnum til Føroyar at lívbjarga sær.
Tað eru eisini tøl fyri veiðu eftir makreli á eysturstrondini í USA frá 1804 og frameftir. Hesi tøl visa sera stór sveiggj. Frá 80.000 tonsum í 1835 niður á 10.000 tons í 1840 og uppaftur á 60.000 tons í 1850.
Tøl seinastu 100 árini fyri sild visa á leið tað sama.
Vit síggja at sveiggini eru periodisk, tó at árligu sveiggini eru ójøvn. Hetta er framrokning, gjørd fyri meira enn 20 árum síðan. Eisini er ein líknadi fyri tosk. Báðar tykjast samsvara við gongdina seinastu 20 árini. Tí er ávíst sannlíki fyri, at komandi 20 árini verða á leið tað myndin vísur.
Kurvan í 2040 liggur lægri enn í 1970. Tí kann ikki útilokast, út frá hesari framrokning, at sildin verður burtur í eini 15 ár frá 2035 til 2050.
Harumframt vísur tað seg, at sild og makrelur hava tað gott samstundis og svarkjaftur hevur tað gott, tá sild og makrelur ikki hava tað so gott.
Kunnu vit siga hetta við ávísari vissu? Tað er ongin vissa, tá vit tosa um fisk. Men hagtølini vísa, at tað sum hevur verið, kemur aftur. Tað kann verða gott at vita og keðiligt at gloyma.
Makrelur og svartkjaftur
Sum talvan vísur, so var tilmælið frá Havfrøðini 320.000 tons av makreli, tá tað var lægst. Føroyar fáa møguliga umleið 10% av hesum, tá vit hava gjørt avtalu við hini strandalondini. Tað er 32.000 tons. Í 2023 fiskaðu vit 170.000 tons, sum var serliga nógv, meðan veiðan var á leið 100.000 tons árini frammanundan. Umframt kann roknast við at ICES tá brúkar reglur um fyrivarni og tilráðingin verður enn minni.
Afturgongdin er so mikið stór, at tað sæst aftur nógvastaðni.
Fyri svartkjaft er støðan hin sama.
Stovnurin sveiggjar øgiliga nógv í stødd. Tilráðingin sveiggjar frá 40.000 tonsum til 1,4 mió. tons. Føroyar eiga umleið 25% men áseta okkum, nú ósemja er, umleið 35%.
Hann sá sjey vakrar og feitar kýr… síðan sá hann sjey ljótar og rak.. tær ótu hinar vøkru og feitu kýrnar.
Meðan eg skrivaði hesar reglur, hugsaði eg um uppskot sum er ávegis um at stongja fyri allari veiðu út á 3 fjóðringar. Tá mintist eg aftur, tá Osmund fyri fáum árum síðan, í Klaksvík, fortaldi um dreym at Leirvíksfjørður var tómur og oyðin.
Tað, sum er hent áður, eiga vit at verða greið yvir, sannlíkt hendir aftur.
Eivind Jacobsen
Strendur