Nýbrot í Føroyum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 12 måneder ago
Updated 2023/06/03 at 9:48 PM
mynd 24.fo

Í næstum er ætlanin at geva kommununum heimild saman við Bústøðum at stovna, byggja  og  reka  almannagagnlig  bústaðarfeløg.

Spyrjari:Jóhannis Joensen, løgtingsmaður

Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýrismaður í umhvørvismálum

Evni:Heimildir til kommunur á bústaðarøkinum

Spurningar:

1.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at stovna, byggja og reka  almannagagnlig bústaðarfeløg fyri at fáa fleiri bústaðir kring alt landið?

2.Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar  kommunum  at  áseta  gjøld  fyri  tænastuveitingar  til  húsaeigarar,  sum ikki búgva í kommununi?

Viðmerkingar:

Í samgonguskjalinum eru nevnd fleiri góð átøk, sum skulu gerast á bústaðarøkinum við tí  endamáli  at  nøkta  stóra bústaðartørvin  og  minka  talið  av  tómum  bústøðum  kring landið.Fleiri  av  átøkunum  leggja  upp  til  at  geva  kommununum  fleiri  heimildir,  og  til  hetta krevjast eisini lógarbroytingar.

Fyri at fáa at vita nær uppskot til lógarbroytingar verða løgd fyri Løgtingið, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi,19. mai 2023  Jóhannis Joensen

Svar:

Til spurning 1:

Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum at virka fyri, at øll hava møguleika at útvega sær ein hóskandi   bústað. Tí   var at   broyta   lógina   fyri   Bústaðir eitt   tað   fyrsta,ið   varð   gjørt   í samgonguskeiðinum.

 Framda  broytingin gav  Bústøðum  fríari  ræsur  at  byggja  fjølbroyttar  bústaðir kring  landið,  uttan  krav  um  privatar  íleggjarar  og  vinnuligt  avkast. 

Í næstum er ætlanin at víðka heimildirnar fyri samstørvum enn meir, við at geva kommununum heimild við Bústøðum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg.  Soleiðis fáa vit vónandi enn fleiri við at nøkta ovurstóra tørvin á bústøðum.

Einki er at ivast í, at tað hevur skund at útvega fleiri bústaðir. Tí verður uppskotiðvæntandi lagt fyri Løgtingið í heyst.

Til spurning 2:

Samstundis sum vit mangla nógvar bústaðareindir, standa hús tóm nógvastaðnií landinum. Millum annað av teirri orsøkvarð avtalað í samgonguskjalinum, at heimild skuldi gevast kommununum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Harafturat skal heimild eisini gevast kommununum at  áseta  bústaðarskyldu. Hesin spurningurin  hoyrir  undir  málsøkið  hjá

landsstýrismanninum í lógarmálum. Uppá fyrispurning hevur Løgmálaráðið upplýst, at ætlanin er at leggja lógaruppskot, sum skal heimila kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, fyri Løgtingið í næstu tingsetu, tvs. tingsetuni 2023.

Ingilín D. Strømlandsstýriskvinna í umhvørvismálum

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *