Dagstovnurin Birkilund 40 ár

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 12 måneder ago
Updated 2023/06/02 at 2:41 PM

Hátíðarhald var í dag seinnapartin, har eisini nøkur starvsfólk, sum høvdu starvsdagar, vórðu heiðrað.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði, at tað var hugaligt at koma á stovnin í dag at hátíðarhalda føðingardagin, samstundis sum at nøkur av teimum, ið hava drúgvastu starvsdagarna vórðu heiðrað.

Heðin Mortensen greiddi frá, at hesin stovnurin hevur langa søgu. Upprunaliga varð byrjað við eini vøggustovu Yviri við Strond, sum Nancy Bjørklund tók stig til. Vøggustovan læt upp fyri skjótt 60 árum síðan, tann 18. okt. 1965.

Í 1972 fluttu tey í eini hús á Lützenstrøð. Men í 1983 bleiv dreymurin hjá Nancy Bjørklund at fáa ein barnagarð til veruleika – tá bleiv Vøggustovan og Barnagarðurin á Konmansmýru tikin í nýtslu.

Seinni skifti stovnurin so navn til Birkilund.

Nýggjara partin av søguni kenna tey flestu. Kommunan yvirtók eftir áheitan sjálvsognarstovnin. Tað var í september 2011, at nevndin fyri sjálvsognarstovnin heitti á býráðið um at yvirtaka stovnin uttan millumrokning. Bygningurin hevði tá stóran umvælingartørv.

Í juni 2012 mælti mentamálanevndin í Tórshavnar býráð einmælt kommununi at taka dagsstovnin Birkilund við Hoyvíksvegin niður. Nógvar kanningar vórðu gjørdar. Tosað varð leingi um, annaðhvørt stovnurin skuldi byggjast av nýggjum ella fáa eina høvuðsumvæling.

Stovnurin er stórur og varð bygdur tíðliga í áttatiárunum. Stovnurin hevði trupulleikar av lekum í fleiri ár. Tað gjørdist tí neyðugt hjá kommununi at taka stig, sum livdu upp til dagsins krøv í allar mátar, tað veri seg við tilfari, innrætting til tey pædagogisku krøvini og útgerð annars, so sum hitaverki og luftskifti.

Húsavarðatænastan bygdi nýggja stovnin.

Birkilund er ein av størstu dagstovnunum í Tórshavnar kommunu. Stovnurin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi her beint við Hoyvíkstjørn. Stovnurin liggur tætt við miðbýin, og tí er skjótt at fara bæði í bý og náttúru.

– Í dag hátíðarhalda vit, at Birkilund hevur virkað í 40 ár. Samstundis hátíðarhalda vit nakrar týdningarmiklar starvsdagar. Eg fari at byrja í einum enda, segði borgarstjórin, og byrjaði við at nevna Maj-Britt Ninu Joan Ellendersen, ið hevur 25 ára starvsdag.

– Maj-britt, tú ert sera rólig, arbeiðir í tí stilla, er strukturerað og dugir væl at vegleiða børnini í mun til dagligar rutinur. Av tí sama er stovan, har tú arbeiðir, ein rólig og harmonisk stova.

– Tú ert sera nærverandi í sínum arbeiði, tú situr hjá børnunum, tá tey spæla, so tú ert altíð klár at hjálpa og vegleiða, um eitthvørt stingur seg upp. Tú sigur ofta søgur fyri børnunum, tú ert tann, sum syrgir fyri at samling við børnunum er skipað og sett á skrá hvønn einasta dag.

– Børn eins væl og starvsfólk, tað verið seg ung og nýggj ella tey, sum hava arbeitt longri, fella skjótt til á stovuni, og har er altíð góður trivnaður. Hetta er alt at takka tær og tínum róliga og skipaða lyndi.

– Harafturat ert tú stuttlig á ein serligan og festligan hátt. Altíð so vøkur og pen og hittinorðað sum fá, og tí yvirraskar tú mangan við onkrari stuttligari viðmerking ella eygleiðing.

– Vit kenna teg eisini á Ráðhúsinum, tí har hevur tú í mong ár havt ábyrgd av reingerðini.

Síðan var tað Kristianna Poulsen, ið hevur 25 ára starvsdag.

– Kristianna, tú ert sera sosial og stórtrívist, tá starvsfólkatrivnaður er á skrá.  Tú ert altíð við uppá tað mesta, bæði í mun til tiltøk við børnum, og í mun til starvsfólkatrivnað.

– Mann veit altíð, hvar man hevur teg. Har er einki dult, og tú sigur tingini beint fram, tó altíð á ein tílíkan hátt, at fólk kenna seg virdan.

– Tú ert sera røsk at fara túrar við vøggustovubørnunum, bæði til gongu og við vogni, og soleiðis syrgir tú fyri, at børnini fáa góðar upplivingar.

– Tú ert trúgv og arbeiðssom. Tær dámar ikki, at fólk tosa keðiligt um onnur, og tí luttekur tú ikki í slíkum práti, men heldur hinvegin talar at, fyri at fáa slíkt burtur.

Síðan var tað Hanna Margreta við Á, ið hevur 25 ára starvsdag.

– Hanna, tú ert sera stabil og trúgv. Tú syrgir fyri, at leiðarin sum oftast ikki nýtist at hugsa um avloysara til stovuna, tí hetta ornar tú innanhýsis, saman við sínum starvsfeløgum.

– Tú ert “omman” á stovuni, og børnini leita í tín favn at finna sær ugga og klemm. Børnini ivast ongantíð í, hvar tey hava teg, tí tú ert týðulig og dugir væl at vegleiða tey við tínum orðum.

– Tú hoyrist, har tú ert, tú hevur tínar meiningar um tingini, og tú kemur fegin inn á skrivstovuna og spyr, um tú skalt bíleggja hetta og hatta, og standa fyri innkeypi, soleiðis at tað er skil á, tá køksdaman er burtur.

Helle Ciliane Mortensen hevur 30 ára starvsdag í dag.

– Helle, tú ert suðringurin í húsinum. Tú ert tann, sum sleppur avstað við at siga tað mesta. Tú ert tann, sum fær hini at flenna.

– Tú hevur eitt serligt hjarta fyri teimum børnum, ið onkunsvegna “fylla” eitt sindur meira enn vanligt og sum eru serlig.

– Tú hevur tínar serligu meiningar um tingini, og tú tolir væl at fáa aftur av “somu skeið” (ella skuffu). Tú ert trúgv og stabil, og tær dámar sera væl at ferðast í útlond, har tú kanst njóta summar og sól, og síggja nýggj støð, eta spennandi og góðan mat, og uppliva aðra mentan.

Aftaná fingu tær allar handaðar blómur og gávur.

Sí hópin av myndum á síðuni hjá Tórshavnar kommunu á Facebook

Kelda & mynd: torshavn.fo

Share this Article