FarCargo skal flyta laks til USA fyri Bakkafrost

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 måneder ago
Updated 2022/10/04 at 11:07 PM

15.08.2022

Nýggja navnið á felagnum, sum varð stovnað 07 juli í 2021, er í dag almannakunngjørt. Navnið FarCargo P/F ber boð um longri flogfarmatúrar og ikki minst at talan er um eitt føroyskt flogfarmafelag

FarCargo P/F hevur nú undirskrivað keypssáttmála um keyp av einum farmaflogfari av slagnum Boeing 757-200. Flogfarið er 47 metrar langt, kann flúgva einar 7.000 km í einum og tekur uml. 35 tons av farmi. A320 flogførini sum vit kenna á Føroya-rutuni eru til samanbering 37,5m long.

Eftir ætlan fer flogfarið í flúgving um 2-3 mánaðir og fer í fyrsta umfarið at flúgva úr Vágum til New York.

Birgir Nielsen stjóri í FarCargo sigur:

– Hetta er ein stórur dagur hjá okkum. Vit fegnast um, at vit eru komin so langt og síggja nú fram til at kunna byrja veruliga virksemið við flogfarmi. Hetta er eisini ein gamal dreymur, serliga hjá stigtakarunum Heðin Krett, Hans Meinhard á Høgabóli og Andrew Djurhuus, sum nú gerst veruleiki.

Fyrireikingararbeiði hevur tikið eitt gott ár, har avbjóðingin serliga hevur verið at finna tað rættað flogfarið. Eisini hevur tað tikið tíð at fáa loyvir uppá pláss og at fáa praktisk viðurskifti løgd til rættis.

Raksturin av farmaflutninginum hjá FarCargo verður skipaður í samstarvið við svenska felagið West Atlantic, sum kemur at umsita flogloyvi. Okkara ætlan er, at FarCargo um fá ár yvirtekur øll loyvir og flogumsiting til Føroyar. Í fyrsta umfari verða 10 flogfólk sett í fast starv hjá felagnum. Felagið søkir í miðlunum í dag eftir flogskiparum og stýrimonnum at byrja skjótast gjørligt.

– Hetta er ein nýggjur kapittul í føroyskari útflutningssøgu, har endamálið er at veita feskan laks av bestu dygd bæði í USA, Ísrael og øðrum fjarmarknaðum, eitt døgn eftir at fiskurin svam á føroyskum firðum. Vit meta at hetta fer at hava stóran týdning fyri áhaldandi at menna okkara kappingarføri. Kundar, eitt nú í Ísrael og á amerikanska sushi marknaðinum, eftirspyrja eina feska vøru og fara vit við hesi munandi styttu farleið, at veita okkara kundum feskastu vøru á marknaðinum, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

– Vit hava í nógv ár havt sum mál at menna amerikanska marknaðin, og fer hetta átakið, saman við virkinum hjá okkum í New Jersey, at geva okkum góðan møguleika at geva kundanum bestu tænastu. Í mun til verandi flutning umvegis flogvallar í Evropa, fer nýggja farleiðin at gera, at vøran verður fleiri dagar feskari tá hon kemur á marknaðin, hevur eina óbrotna køliketu umframt at vit spara munandi í CO2 útlátið.

Á heimferðini kemur FarCargo at bjóða føroyskum og útlendskum flutningsfeløgum at keypa lastapláss umborð á farmaflogfarinum. Felagið vónar, at føroyski marknaðurin fer at njóta gott av nýggju farleiðini – og at hetta fer at geva nýggjar møguleikar í Føroyum.

Tað er kendi føroyski fjøl listamaðurin Anker Eli Petersen, sum hevur prýtt tað grafiska designi á flogfarinum hjá FarCargo.

FarCargo P/F er dótturfelag hjá Bakkafrost, umframt at íløgufelagið Sp/f 25.05.2021 eisini er partaeigari.

Stjóri er Birgir Nielsen. Nevndarformaður er Regin Jacobsen.

Í nevndini sita Rúni M. Hansen, Hans Meinhard á Høgabóli, Heðin Krett og Andrew Djurhuus.

Kelda: bakkafrost.com, 15 aug. 2022

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *