10
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur sett Maritu Gunnarstein Nielsen í starvið sum rektari á Miðnámi í Suðuroy. Setanarmálið er viðgjørt og avgreitt í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum vegna ógegni í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Marita Gunnarstein Nielsen er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn.
Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur Marita undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk. Afturat hesum hevur Marita viðkomandi royndir í leiðslu, samskifti og samskipan.
Marita Gunnarstein Nielsen býr í Vági saman við familju síni. Hon tekur við starvinum 1. desember 2024.
Kelda & mynd: uvmr.fo 31 okt. 2024