Home Fólk og Frítíð Ítróttahallir í Tórshavnar kommunu longur opið

Ítróttahallir í Tórshavnar kommunu longur opið

by Lagt út ÓML

Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um at lata ítróttahallir upp frá kl. 7 á morgni til midnátt allar dagar í vikuni.

Talan er um royndarverkætlan til nýggjárs, og sum fevnir um høllina á Hálsi, Gundadalshøllina, Hoyvíkshøllina og høllina í Kollafirði.

Fyribils verða ítróttahallirnar í skúlanum á Argjahamri og skúlanum á Fløtum ikki við í skipanini, tí har krevjast onnur atkomuviðurskifti enn tey verandi. Arbeitt verður við hesum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at sjálvandi skal ungdómur kunna brúka tøkar tímar í hallunum til frítt spæl. Eydnast royndarverkætlanin væl, so er ætlanin, at hallirnar framyvir bert eru stongdar 3 vikur um summarið, tá umvælingar skulu gerast, umframt ávísar heiligdagar, sigur hann.

Skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar brúka vanliga hallirnar gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi, tað vil siga venjingar og kappingar, til kl. 22 og stundum til kl. 23, eisini í vikuskiftinum.

Men tað eru eisini nøkur glopp til frítt spæl, og nú verður so upplatingartíðin eisini longd til kl. 24.

Í hesum sambandi verða kunningarskíggjar settir upp í hallunum, so at til ber at síggja, hvørjar tíðir eru tøkar tann dagin. Á heimasíðuni itrott.fo ber eisini til at síggja tíðirnar fyri hvørja einstaka høll.

Heðin Mortensen sigur, at hann hevur fult álit á ungdóminum og at tey fara væl um. Endamálið er bæði at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at menna seg enn meir í teirra ítrótti. Tað verður tí spennandi at eftirmeta gongdina, tá komið verður inn í desember, sigur borgarstjórin at enda.

www.itrott.fo

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More