– Her er nógv at fegnast um. Eitt, sum hevur ómetaliga stóran týdning er, at talan er um fjølbroyttar íbúðir, ið nøkta ymiskan tørv, alt eftir stødd á húski, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum helt stutta røðu á samkomu úti á Fløtum.
– Í hesi síðstu lonini eru 32 smærri og størri lyklaklárar og nútímans íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar til støddar. Íbúðir, sum hava alt, sum húskinum tørvar og liggja væl fyri í einum livandi býlingi, sum er í rúkandi menning.
– Hetta er eitt dámligt umhvørvi, har nógv fólk og serliga unglingar hava sína dagligu gongd. Økið her úti myndar í vaksandi mun býin. Talan er jú um Føroya stórsta skúlaøki við fólkaskúla, Musikkskúla og Glasir.
– Tit hava gjørt sera nógv burturúr trivnaði, felagshølum, terrassum, uppihaldsøkjum, grillplássum og spæliplássum, umframt grøn útiøki. Allar íbúðirnar eru hitaðar við fjarhita.
– Eg skal býráðsins vegna takka tykkum fyri fyrmyndarliga væl frágingið arbeiði. Við tí stóra tørvinum eftir íbúðum í kommununi, so er hetta onki minni enn einastandandi.
– Kommunan hevur eftir førmuni stuðlað undir verkætlanina og tað er als onki yvir at dylja, at vit gleða okkum til at tit fara í gongd við næstu verkætlanina. Hjartaliga tillukku við verkætlanini og bestu eydnu frameftir, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, í stuttari røðu.
This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More