Home VinnaVinna & Samfelag 27.900 løntakarar í oktober — 1,7% fleiri enn í fjør. Og nú búgva 54.100 fólk í Føroyum.

27.900 løntakarar í oktober — 1,7% fleiri enn í fjør. Og nú búgva 54.100 fólk í Føroyum.

by Lagt út ÓML

Løntakararnir gerast fleiri og í oktober vóru stívliga 27.900 í løntakaraskaranum. Tað eru slakir 500 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,7%. Hetta skriva Hagstova Føroya á heimasíðuni í dag.

Løntakarafjøldin veksur framvegis, men ikki við somu ferð, sum undan koronufarsóttini. Í oktober í ár vaks løntakaratalið 1,7% samanborið við í fjør. Í oktober í 2019 vóru løntakararnir 3,4% fleiri í mun til sama mánað í 2018. Les meira her

54.100 búðu í Føroyum í oktober — 1,2% fleiri enn í fjør

Stívliga 54.100 fólk búðu í Føroyum 1. oktober. Tað eru góð 660 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4%.

Kelda og mynd Hagstovan 10-11-2022

S

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More