27.10.2022
Sjálvt um nógv fletting er í økinum, eru tað tó fleiri børn sum ikki uppliva hetta. Tí er ein siðvenja at fletta og fáast við slakt, saman við børnunum á Flatinum.
Í løtuni arbeiða tey á Dagstovninum á Flatinum við høvuðsøkinum í teirra námsætlan ”Mentan – barnið sum partur av einari mentan”. Tankin aftanfyri er at vit verða myndaði av tí mentan, vit liva í. Eitt av tiltøkunum, ið skal gera børnini tilvitaði um tað mentan, søgu og siðir tey liva í, er at vera við til at fletta.
Í síðstu viku flettu tey so eitt lamb á dagstovninum, meðan børnini hugdu at og sluppu at hjálpa til. Dagin eftir gjørdu tey blóðpylsu og rullupylsu. Tey fingu blóðpylsu, livur, lunga, nýra, hjarta og seyðarhøvd til døgurða. Tey allarflestu børnini fingu sær og dámdu væl.
Kelda & mynd: sunda.fo 27 okt.2022
Fleiri myndir her