Klaksvíkar kommuna søkir eftir Leiðari og varðaleiðara til dagrøktarskipanina í Klaksvíkar kommunu

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2022/11/10 at 11:33 AM

Søkt verður eftir leiðara til dagrøktarskipanina hjá Klaksvíkar kommunu. Dagrøktarskipanin hjá Klaksvíkar kommunu umfatar 18 dagrøktarar við tilsamans 63 børnum. Børnini í dagrøktarskipanini eru í aldrinum 0 til 3 ár. Leiðarin hevur leiðsluábyrgd av námsfrøðiliga arbeiðnum, umframt fíggjarliga og fyrisitingarliga leiðslu av dagrøktini.

Søkt verður eftir leiðara, sum:

  • Hevur námsfrøðiliga útbúgving og sum megnar at skipa arbeiðsgongdina í dagrøktarskipanini, umframt áhaldandi at menna dagrøktina og starvsfólk
  • Hevur visjónir og megnar at seta sær mál
  • Er fakliga væl fyri í mun til aldursbólkin 0 til 3 ár
  • Er eldhugað/ur og megnar at ráðgeva og vegleiða starvfeløgum við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
  • Kann samskifta væl við starvsfólk og foreldur á ein greiðan og innlivandi hátt


Tað er týdningarmikið, at nýggi leiðarin hevur hesar førleikar:

  • Kann arbeiða í einum toymi og vísir tolllyndi og samstarvsvilja
  • Strembar eftir at skilja sítt umhvørvi við útgangsstøði i teimum menniskjaligu sambondunum
  • Hevur dirvið til at taka avgerðir, sum eru neyðugar fyri at náa ásettum miðum og málum
  • Er álítandi og vísir starvsfólkunum álit


Setarnarviðurskifti
Dagrøktarleiðarastarvið, sum er fulla tíð, verður lønt sambært avtalu millum KAF og Pedagogfelagið, lønarstig 29, 31, 33. Starvið verður sett 2. januar 2023 ella so skjótt sum tilber.
Umsøkjararnir verða mettir út frá fakligum, persónligum og leiðsluligum førleikum. Harumframt kann tað vera ein fyrimunur at hava leiðsluútbúgving ella leiðsluroyndir.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Meira fæst at vita við at venda sær til Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara, á tlf. 284538 ella skriva á teldupost nielsj@klaksvik.fo

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 23. novembur 2022 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Leiðari til dagrøktarskipanina

Varaleiðari til dagrøktarskipanina í Klaksvíkar kommunu

Dagrøktin hjá Klaksvíkar Kommuna søkir eftir varaleiðara/økisnámsfrøðingi. Talan er um fast starv har tú dagliga arbeiðir sum økisnámsfrøðingur, umframt at hava nakrar fyrisitingarligar uppgávur. Í okkara vælvirkandi dagrøkt, ið húsast út frá spælustovuni á Brekku, eru 18 dagrøktarar og 3 námsfrøðingar, harav ein leiðari og ein gestarøktari.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at:

  • Samskipa virksemið í spælistovuni
  • Vitja dagrøktarheimini regluliga
  • Útfylla Barnabókina og Tras
  • Ráðgeva og vegleiða dagrøktarum og foreldrum.
  • Røkja leiðarauppgávur, tá leiðarin er burturstaddur


Vit ynskja, at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Hevur royndir innan barnaansingarøkið
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
  • Hevur hug og áræði at skapa umstøður har børnini gleðast, trívast og mennast.


Seturnarviðurskifti:
Talan er um eitt fast starv á 30 tímar, at byrja 2. januar 2023. Løn og seturnarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Meir fæst at vita við at venda sær til Niels Juel Arge barnaansingarsamskipara á tlf. 284538.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Kelda og mynd: klaksvik.fo 7-11-2022

Share this Article