Vit søkja eftir námsfrøðingum, at byrja 12.08.2024 ella eftir nærri avtalu.
Starvslýsing
Arbeiðstíðin er ímillum 7.30 og 17.00
Størvini eru at arbeiða við børnum frá 0 til 6 ár
Tímatali er millum 20 og 40 tímar um vikuna.
Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan
at geva teimum ein innihaldsríkan góðan dag.
Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar,
fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki
langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.
Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum
starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557
ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734
Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 04.juli 2024, kl. 12.00.
Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 – 700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo