9 revsimál á skrá hjá Eystara Landsrætti í Føroyum

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 måneder ago
Updated 2024/03/11 at 11:01 PM
Mynd: Føroya Rættur

Eystari Landsrættur er í Føroyum í viku 11 og 12. Hesar vikurnar skulu 9 revsimál avgreiðast.

Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast til Eystara Landsrætt av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er vanliga í Føroyum tríggjar ferðir um árið.

Hesa ferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru 9 revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørju mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk. Málini snúgva seg milllum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina.

Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Rættarlistin, t.e. skráin fyri mál, sum verða viðgjørd í viku 11 og 12, er tøkur her.

kelda: politi.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *