Bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu í dag

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2022/10/22 at 8:15 PM

Fríggjadagin 21 oktobur varð nýggja bátahavnin í Álakeri tikin í nýtslu. Hópur av fólki var komin saman at síggja nýggju umstøðurnar og at hoyra um liðugtgerðina av frítíðarøkinum í Álakeri. Hetta skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í vælkomurøðuni, at tað at  gera bátahavnir í dag ikki bara ein spurningur um at nøkta eftirspurningin eftir atløguplássi.

– Og tað fara vit sanniliga at síggja her í Álakeri, tí liðugtgjørd fer havnin í Álakeri at seta sín serliga dám á býarmyndina. Onkur segði einaferð, at hetta sum fráleið fór at gerast eitt nýtt Vágsbotn úti í Álakeri.

– Hetta varð helst sagt, tí at økið á landi verður fríðkað og bygt út til eitt hugnaligt frítíðarøki, har fólk kunnu njóta serliga dámin, sum ofta eyðkennir eina bátahavn.

– Umstøðurnar at taka bátar upp, at vaska ella mála, verða tíðarhóskandi, so at tað verður ómakaleyst at røkja bátin í Álakeri. Her kemur helst sum frálíður at verða nógv gjørt til hugna og samveru.

– Tað, sum gleðir meg einamest í hesum sambandi er, at Tórshavnar kommuna nú hevur gjørt leigusáttmálar við Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørr, um grundøki til nýggj róðrarneyst við nýggju bátahavnina.

– Grundøkini eru 600 m2 hvørt, og verða staðsett oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri gamla róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelag. Umframt at róðrarfeløgini kunnu byggja nýggj neyst og felagshøli, er ein nýggjur bátadráttur til róðrarbátarnar eisini gjørdur í bátahavnini.

– Hesin dráttur er ein sonevndur flótidráttur, sum fer at gera tað munandi lættari at flota og draga bátarnar enn áður. So nú bátahavnin í Álakeri endiliga formliga verður tikin í nýtslu, so fegnast vit um, at nýggju og betraðu umstøðurnar hjá róðrarfeløgunum báðum eisini verða royndar í verki.

– Tað skal vera mín vón, at Álakeri veruliga kemur at seta ein serligan dám á býarmyndina, og fer at verða eitt prógv um, at ein bátahavn ikki bara er eitt parkeringspláss til stuttleikabátar, men ein livandi partur av býnum.

– Eg fari tí at takka arbeiðstakaranum Tórhalli Hansen og hansara undirveitarum hjartaliga fyri vælútint verk, og ynskja øllum hjartaliga tillukku og bestu eydnu við nýggju bátahavnini í Álakeri, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í vælkomurøðuni.

Formaðurin í havnanevndini, Kári Johansen, tók tráðin upp og nevndi, at tað kanska tykist sum ein long leið til hetta úrslitið, men tað eru tó ikki meira enn tvey ár síðan, at kommunan undirskrivaði sáttmála við Tórhall Hansen um at fara undir fyrsta byggistigið.

– Tá eg var smádrongur var ikki nógv virksemi her í Álakeri. Gamaní vóru nøkur gomul neyst, sum nú standa prýðilig her innanfyri, og í sjeytiárunum bygdi so Havnar Róðrarelag.

– Tað, sum eg tó minnist best var, at vit á hvørjum ári vóru her úti dagliga í langt tíðarskeið, tá okkara bátur skuldi takast upp. Tað var nógv arbeiði av einum træbáti, og tað varð gjørt her.

– Eitt annað minni var, at her fleyt í plattum og teimum hvítu brennivínskassunum. Hvítu kassarnir vóru sum gjørdir til at seta undir plattarnar, og tað vóru ikki so fáar flakar, vit smíðaðu her úti, segði Kári Johansen.

Fyrsta byggistigið í nýggju bátahavnini var at gera brimgarðin og økið fram við sjóvarmálanum. Arbeiðið gekk skjótt at gera keikantin í Álakeri í sambandi við fyrsta byggistig av nýggju bátahavnini.

Útbodna arbeiðið var at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festir til bátabrúgvar. Síðan varð mælt býráðnum til at játta smáar 25 miljónir til liðugtgerð av bátahavnini. Bátabrúgvar og bátabummar vórðu sett í ordra í oktober 2021 – tað er bara eitt ár síðan.

– Og nú taka vit longu havnina í nýtslu. Og samstundis eru bæði kappróðrarfeløgini komin uppá pláss og staðsett. Tað er gleðiligt, at vit savna róðrarítróttina í økinum – og eg skilji, at helst standa bæði húsini uppi komandi ár.

– Í hesum umfarinum fáa tey fyrstu 215 á bíðilistanum boðið bátapláss. Øll hava ikki fingið boðið pláss enn, men tað arbeiðið er í gongd beint nú. Miðvísa arbeiðið at útvega fleiri bátapláss førir sostatt til, at vit nú kanska fara at hava eini 170 eftir á bíðilista.

– Havnanevndin arbeiðir við hesum – og eg kann gott avdúka, at vit hava samtykt at arbeiða víðari við eini ætlan í sambandi við Skansabryggjuna, sum kann loysa allan verandi tørv.

– Umsitingin hevur saman við Tórshavnar havn arbeitt við skipan av økinum kring sjálvan bátahylin. Í tí sambandi arbeiða vit við einum uppihalds- og trivnaðarrplássi millum dráttin og neystini, til tess at skapa meira trivnað í økinum.

– Gøtan á brimgarðinum er eisini ein komandi ætlan. Tað er eitt ynski at gera brimgarðin atkomuligan hjá øllum borgarum, soleiðis at borgarin hevur møguleika at ganga sær ein túr at njóta útsýnið, uppihalda sær og møguliga eisini fara á seiðaberg úti á endanum á brimgarðinum.

– Tað átakið fara vit at tosa nærri um – tað verður somuleiðis mett sum eitt gott íkast til Landssjúkrahúsið, sum væntandi við sjúklingum og vitjandi kemur at hava gagn av at kunna ganga sær ein túr í umkringliggjandi økinum.

– Í vár verður eisini klárt við arbeiðsøkinum her við oljuskiljara og øki til reingerð, máling o.a. Arbeiðstøkuna hevur p/f Tórhall Hansen havt. Eg fari at takka fyri einastandandi gott arbeiði og gott samstarv.

– Samstundis fari eg at ynskja havnarfólki og bátaeigarum hjartaliga tillukku við nýggju bátahavnini oa bestu eydnu frameftir, segði Kári Johansen at enda.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *