Fagnaðardagur við Djúpumýrar

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2022/10/22 at 8:56 PM

Sannur veitslurómur við Djúpumýrar, tá ið mansliðið og kvinnuliðið blivu fagnaðar eftir loknar dystir. Hetta skrivar KÍ í dag.

Kvinnurnar leiktu í Runavík í dag. KÍ lat ongan iva vera um, at tær eru besta liðið í landinum. Ein tryggur 1-3 sigur á Runavíkskvinnunum, har Eyðvør Klakstein skoraði tvey tey fyrstu málini, og síðani staðfesti Tóra Mohr sigurin. Eftir steypahandanina gekk leiðin norð til Klaksvíkar.

Við Djúpumýrar var lagt upp til ein stórsigur. Páll Klettskarð hevði eftir 12 minuttir longu skorað hattrikk – ta einu løtuna var hann eitt mál frá gylta skógvinum, men tað rakk ikki, hóast Páll fekk heili fimm mál í dystinum. Páll hevur nú tilsamans skora 199 mál, í øllum kappingum.
Flottasta málið átti Árni Frederiksberg, tá hann úr 25 metrum smekkaði bóltin í málið. Deni Pavlovic og Jóannes Bjartalíð fingu eisini hvør sítt mál.

Stoltasta løtan var óiva tann, tá ið kvinnurnar komu á pallin saman við monnunum, og øll í felag sungu “we are the champions”. Ein hátíðarløta sum vit eru ógvuliga errin av, at vit eiga tey bestu liðini í vaksmannafótbólti í Føroyum.

Vónandi verður hetta ikki seinasta ferðin, at bæði liðini fáa gullmedalju sama dag, tí longu komandi leygardag er møguleikin aftur til staðar, tá ið kvinnurnar taka ímóti HB og mennirnir ímóti Víkingi – til finalurnar um Løgmanssteypið. 

Vit á 24.fo ynskja Kí tillukku við meistaraheitunum.

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *