Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í framløguni á býráðsfundi í gjár, at samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlanini fyri 2023 vaksa við 6,8% upp í 1,162 miljard krónur. Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa við 4% upp í 953,8 miljónir kr. Hetta gevur eitt úrslit áðrenn rentur uppá 267 mió. kr.
Síðan uppskotið til fíggjarætlan varð lagt fram, eru nýggjar inntøkumetingar gjørdar. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember. Býráðið hevði fyrstu viðgerð í gjár 27. oktober og onnur viðgerð verður 24. november.
– Í uppskotinum til fíggjarætlan 2023 er roknað við, at kommunuskattaprosentið og barnafrádrátturin framhaldandi verða ávikavist 19,00% og 8.000 kr. Kendar framskrivingar og virksemisbroytingar eru tiknar við.
– Síðani uppskotið varð framlagt eru nýggjar inntøkumetingar gjørdar. Staðfestur felagsskattur í 2022 er 69,8 mió. kr. Felagsskatturin, sum fellur til gjaldingar í 2022, er álíknaður á teir roknskapir, har inntøkuárið fellur saman við ella endar í 2021.
– Felagskatturin kann vera torførur at meta um, men sum gongdin er í búskapinum, verður mett ráðiligt at hækka partafelagsskattin til 60 mió.kr. Fyri 2023 sigur nýggjasta metingin eisini, at eftirlønarskatturin verður 2 mió. kr hægri enn upprunaliga mett, segði borgarstjórin.
Inntøkur og útreiðslur
– Samlaðu inntøkurnar í fíggjarætlaninini fyri 2023 vaksa 78,6 mió. kr ella 6,8% upp í 1.240 mió. kr í mun til metingina fyri 2022 upp á 1.162 mió. kr.
– Samanløgdu rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi vaksa í fíggjarætlanini fyri 2023 netto 36,7 mió. kr upp í 953,8 mió. kr úr 917,1 mió. kr. Hetta er ein vøkstur upp á 4,0% í mun til fíggjarætlanina fyri 2022.
Úrslit
– Í fyriliggjandi uppskoti til fíggjarætlan við nevndu fortreytum og virksemisbroytingum verður úrslitið áðrenn rentur 266,9 mió.kr. Úrslit áðrenn avdráttir og íløgur verður 244,1 mió.kr. Avlop til skattafíggjaðar íløgur hjá Tórshavnar kommunu verður 225 mió.kr.
– Lániskuldin hjá kommununi er 236 mió. kr. Av hesum eru 228 mió. kr knýttar at Tórshavnar havn. Er avlopið til skattafíggjaðar íløgur lægri enn samlaðu íløgurnar, má munurin fíggjast við meiri inntøku og/ella lægri útreiðslum og/ella lántøku.
– Samgongan er ikki liðug at viðgera rakstur og løgur og tað koma broytingar til 2. viðgerð. Tær stóru løgurnar eru við í fíggjarætlanini, men tað koma nakrar afturat, so sum løgur til infrakervið, tvs. kloakkir, vegir og grøna orkuskiftið.
– Harafturat kemur byggingin av hølum til hádeildina á Sankta Frans við í fíggjarætlanina 2023 og 2024, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri at enda.
Fíggjarætlanin kemur til aðru viðgerð í býráðnum 24. november.
Kelda & mynd: torshavn.fo 28 okt 2022