51
Klaksvíkar Kommuna er við í Føroyar Live. Nú kunnu klaksvíkingar, útisetar og ferðafólk síggja, hvussu veðrið er í Klaksvík. Í fyrsta umfarið er eitt myndatól sett upp á vegnum niðan á Háls og møguliga koma fleiri vevmyndatól við tíðini.
Vevmyndatólið er sett upp í samstarv við Trygdartøkni, sum eisini umsita heimasíðuna Føroyar Live. Á heimasíðuni hjá Føroyar Live og á appini við sama navni, ber til at síggja livandi myndir úr fleiri bygdum í Føroyum.
Vónandi fara fólk at taka væl ímóti hesi tænastu. Leinkjan sæst her: klaksvik.fo/vevmynd
Kelda: klaksvik.fo