Home Fólk og Frítíð Hanna og Mikkjal eiga vakrasta urtagarð

Hanna og Mikkjal eiga vakrasta urtagarð

by Lagt út ÓML

Í samband við Virkið vár í mai varð ein urtagarðskapping útskrivað. Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna. 

Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin avgjørt, at vakrasti urtagarður í 2022 liggur á Skáltavegi 30 í Klaksvík, har Hanna Dalsenni og Mikkjal Olsen búgva.

Dómsnevndin segði m.a. í grundgevingini, at urtagarðseigarin hevur megnað at fáa heilt ótrúliga nógv burtur úr einum avbjóðandi lendi. Alt er væl samanvaksið, og eingin mold er at síggja, tí planturnar eru sera væl samansettar.

Lendið í urtagarðinum er sera bratt, men kortini er hvør krókur gagnnýttur. Bæði til terassu, har lagt er upp til hvíld og hugsavnan, samstundis sum urtagarðurin er sermerktur av gomlum trøum, sum eru endurnýtt til bæði beð, beinkir og aðrar prýðislutir.

Somuleiðis sigur dómsnevndin, at úrvalið í urtagarðinum er fjølbroytt. Nógv ymisk trø, nálatrø, klivplantur, eitt ótal av staudum, rósum, átulig ber osfr.

Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.

Høvuðsvinningurin var eitt gávubræv á kr. 10.000. Somuleiðis fingu Hanna og Mikkjal eina plantu frá býargartnaranum og eina merkisplátu til minnis um heiðurin.

Harumframt vórðu gávukort á 2.000 kr. handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini.

Kelda og mynd: Klaksvíkar kommuna 11. okt. 2022

You may also like

Leave a Comment