Home Fólk og Samfelag Hátíðarhald og starvsdagar á Brandstøðini

Hátíðarhald og starvsdagar á Brandstøðini

by Lagt út ÓML

Í gjár var hátíðarhald á Brandstøðini við Oyggjarvegin, har føðingardagur var og fleiri heiðurstekin vórðu handað í sambandi við starvsdagar.

Borgarstjórin handaði heiðursteknini og nevndi, at sum altíð var hugnaligt at koma at vitja sløkkiliðið og hugaligt eisini, at so mong fáa heiðurstekin hesaferð.

– Hvørja ferð vit hátíðarhalda starvsfólk hjá Brandstøðini fær tað meg at hugsa um, at tað bara er hálvonnur øld síðan, at amtmaðurin svaraði donskum myndugleikum, at  havnarfólk vóru so fátøk, at tey vóru ikki før fyri at gjalda fyri eina eldstrygging, tíansheldur hava nøkur sløkkiliðsfólk.

– Í søguni um kongaliga fyriskipan um brandverk í Tórshavnar býi og Frederiksvåg frá 1874 sæst, at tá fyrsta sproytan kom, vórðu settir nakrir menn at passa hana – millum annað ein sproytumeistari, ein strálumeistari og ein hjálparmaður.

– Og tíbetur varð útgerðin hjá Kongaliga Einahandlinum latin býnum, so vit fingu grundarlag at skipa fyrsta sløkkiliðið. Og í dag hátíðarhalda vit merkisdagar hjá útivið 20 starvsfólkum.

– Eg havi sagt tað so mangan fyrr og kann endurtaka, at vit eru errin av okkara sløkkiliði. Vit hava stóra virðing fyri tykkum, sum hvønn dag eru fús at seta bæði heilsu og lív í vága fyri at verja okkum øll og gera okkara umhvørvi tryggari.

– Og hóast eldur ikki er í nakrastaðni, so kann býurin als ikki liva uttan tykkara fjølbroyttu tænastur á so mongum øðrum økjum.

– Bæði umsiting og politikkarar í Tórshavnar kommunu hava ein serligan tokka til Brandstøðina. Vit eru góð við tykkum og vilja, at tit skulu hava best hugsandi umstøður. Og at tit trívast.

– Og starvsdagar eru um ikki annað so tekin um, at fólk trívast í starvinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri. 18 fólk vóru á listanum, og niðanfyri sæst yvirlitið.

Heiðurstekin oktober 2022

Kollafjørður

  1. Signar Rasmussen 20 árs tekin
  2. Ragnar Petur Joensen 10 árs tekin
  3. Áki Hellisdal 10 árs tekin
  4. Mortan A.M. Poulsen 10 árs tekin

Koltur

  1. Bjørn Patursson 10 árs tekin

Kirkjubøur

  1. Jóannes Patursson 10 árs tekin
  2. Teitur Heindriksson 10 árs tekin

Hestur

  1. Tróndur Lyngvej 10 árs tekin

Nólsoy

  1. Beinir Poulsen 10 árs tekin
  2. Bjørn Elisson 10 árs tekin
  3. Høgni Niclasen 10 árs tekin
  4. Hjalmar N. Jacobsen 10 árs tekin
  5. Jákup av Skarði 10 árs tekin

Kaldbak

  1. Brian Rasmussen 10 árs tekin
  2. Gudny Rasmussen 10 árs tekin
  3. Hans Petur B. Nolsøe 10 árs tekin

Tórshavn:

  1. Tróndur S. Rodmarsson 20 árs tekin
  2. Andras Hammer 10 árs tekin

Kelda og myndir: torshavn.fo 19. okt. 2022

You may also like

Leave a Comment