Tá politikarar hvørki lurta ella hugsa

Eivind Jacobsen

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 måneder ago
Updated 2023/12/11 at 9:55 PM

Politikarar skulu ikki vita ella skilja alt. Men tíma teir at lurta, so skilja teir eitt paradox.

Teir sum skilja tað frægast, tíma ikki at brúka politiskan kapital uppá tað. Tað er tíverri skilagott av teimum. Ongin kann siga teir ringar fyri, ikki at brúka tíð uppá tað, sum hini ikki vilja.

Tað er býtt at spyrja: Hví skal sjómaðurin, Eivind ella onkur annar vita betri enn Havstovan?

Skilabetri er at spyrja: Hvussu roynist ráðgevingin hjá Havstovuni? Tað svarið er, at hon roynist rættuliga illa og at lítið og onki samsvar er millum tað Havstovan sigur og tað sum vísindalig data, siga okkum nøkur ár seinni.

Tann skilagóða niðurstøðan er tá: Vit hava brúkt sama leist í 60 ár, uttan úrslit. Niðurstøðan er ein staðfesting sum sigur, at Havstovan ikki veit. Tí er tað ikki ein spurningur um onkur veit meira, minni ella tað sama sum Havstovan.

Nærliggjandi er tá at hugsa, at tíðin er komin, at leita eftir øðrum leisti.

Tað er undarligt, at áhugin er so lítil, tá øll eru samd um, at vit mangla 30.000 tons av toski og eina milliard í pengum.

Staðfestast kann, at føroyskir politikarar lurta eftir tí, teir ynskja sannleikan at verða. Heldur ikki brúka teir neyðuga tíð at seta seg inn í málið. Gjørdu teir tað, so høvdu teir skjótt sæð, at tað eru nógv paradox í fiskifrøðini.

Afturgongdin í uppsjóvarvinnuni er byrja og heldur áfram komandi 15-30 árini sigur søgan okkum. Nattúran avgreiðir málið skjótt og effektivt. Í staðin fyri at brúka tíð uppá at leggja fótonglar fyri uppsjóvarvinnuna kundi Løgtingi brúkt tíð uppá heimaflotan.

Havi hoyrt fleiri, eisini Løgtingslimir, nevna góðu gongdina í Íslandi. Í Íslandi gekk niðureftir við toskaveiðuni frá 1955 til 2007. Frá 545.000 tons til 147.000 tons í 2007/08. Síðan gekk uppeftir frá 147.000 til 272.000 tons. Nú hevur afturgongd verið í fleiri ár og veiðan er 208.000 tons.

Biomassin í Íslandi er í dag líka stórur sum tá teir fiskaðu 465.000 tons.

Við hesum upplýsingum, eigur alarmurin hjá lesarum og politikarum at ringja! Men ger hann tað?

Í staðin brúka politikarar nógva tíð uppá at umrøða, at føroyingar ikki skulu fáa jólahjálp frá útlendingum, tó at felagskassin tekur tað, sum skuldi verið til mat, í hækkandi avgjøldum og skattalætta til tey ríku. Restina av tíðini brúka teir at klandrast um staðseting av einum gávu-skannara, sum stórur tørvur er á, men sum Løgtingi ikki megnar at finna fígging til.

Skilagóð raðfesting av tíð, hevði verið, at brúkt tíð uppá støðuna á landgrunninum. Øll eru samd um, at har er ein milliard til samfelagið og fleiri 100 mió. til landskassan, sum gjørdu skannaran til ein formalitet og burturbeindu bæði tørvin á jólahjálp og undirskot landskassans.

Eins og fiskifrøðin í Danmark og aðrastaðni segði, so sigur okkara, at tað blívur betri. Nú er ólógligt at fara á seiðaberg í Danmark. Um fá ár verður tað sama galdandi her.

Vitanin er har. Vit kunnu gera tað betri. Tann sum leitar, hann finnur.

Eivind Jacobsen

“Granskari”

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *