fredag, april 10, 2026
Home Lesarin skrivar Tey tosa enn um Fíggjarligt regluverk í Tórshavn

Tey tosa enn um Fíggjarligt regluverk í Tórshavn

0 comments

Nú er stjórin í Vinnuhúsinum eisini úti við sama sangi um at vit mugu hava eitt búskaparligt regluverk.

Leiðarin – 24fo.news

Tað sum politikara og búskaparfrøðingar tosa um er ein neyvari stýring av tí almenna geiranum. Trupulleikin er, at tað sum tey eisini royna, er at sleppa at stýra kommununum. Tú fært ikke haldførið í búskapin aftur uttan tú gert munandi intriv í almennu útreiðslurnar. Tú kanst hækka eftirlønar aldurin, tú kanst lækka miðfyrisitingina, og tú kanst eisini leggja hægri avgjøld á nátturu vinnur, ið hava risa avlop/avksst. Komi ígongd og politikarar tosa um skrivstovuveldið, men gera einki við tað.

Latið kommunurnar og sjófólk og arbeiðsfólk fáa frið

Tað er rætt sum formaðurin i Fólkaflokkinum førdi fram, at tað ber ikki til at útbúgva 30 søgufrøðingar um árið. Á arbeiðsmarknaðinum mugu eisini gerast munandi broytingar í útbúgvingarsysteminum. Ein økonomur segði í framløgu fyri býraðslimum at almenna umsitingin í Danmkar er millum størstu umsitingar í londunum kring okkum og er tann føroyska almenna umsitinign 10% størri enn tann danska.  Tað ber heldur ikki til at múgvandi fólk eiga 2 hús og har anna stendur tómt á bygd og arbeiðsfólkið í bygdini skal rinda fyri vatn, rottanga og skrell v.m. fyri tey. Sjálvandi skulu kommunur taka gjald fyri tænastur tær veita, sjálvt um vit ikki innføra ognarskatt í Føroyum.

Skulu vit fáa eitt framtíðartryggja og sosialt rættvíst samfelag so mugu fólk upptjena sær eftirløn og kunnu sjómenn og arbeiðsfólk sum fóru til arbeiðis sum 18 ára gomul kunnu fara á eftirløn eftir 45 ár á arbeiðsmarknaðinum tvs. tá tey eru 63. Og skrivstovufólk og akademikara mugu so arbeiða tað longri.

At tosa um eitt alment regluverk har man ætlar at leggja loft fyri íløgurnar hjá kommununum er púra burturvið, kommunurnar hava eitt neyvt definera regluverk, tær kunnu ikki skylda meira enn eina álíkning. Kommunur mugu hava frælsi til at byggja barnagarðar, skúlar og ellisheim, uttan at skrivstovuveldið í Tórshavn skal blanda seg. Fáai skil á Landshúsarhaldið og lati kommunurnar og verkafólkið fáa frið.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira