Í grein í Norðlýsinum skrivar Jákup Andreasen at í 1991 fekk Dragin upphøggingarstuðul, og ringt var at sleppa av við bátin, tí tá var ikki loyvt at søkkja gomul skip, sum hevði verið vanligt nakað frammanundan. Árið eftir keypti eitt felag í Klaksvík bátin frá Grími fyri eina krónu.
Víðari skrivar hann á Norðlýsinum: Næstu árini tóku menn seg saman at savna inn pening, so Dragin kundi umvælast og setast í stand, sum var stórarbeiði. Alt arbeiði at umvæla og nútímansgera Dragan varð gjørt ókeypis, og báturin liggur nú sum eitt prýðiligt seglskip norðarlaga við Stangarbrúgvarnar.
Síggji eisini at søgan sum stendur inni á heimasíðuni hjá M/B DRAGIN viðgerða tað sum um, at navngivnir menn fóru undir hetta projekt. Men søgan er sera einføld Grímur Lassen pápi mín visti av at Hans Eli og menn ynkstu at fara undir at varðveita eitt skip og fara igóngd við skúlaskip og sigling við ungdómi. Tí var tað at hann læt Hans Eli M/B DRAGIN fyri eina krónu, annars helt eg tað var 10 krónur :).
Men pápi mín var sera stoltur og glaður um at DRAGIN gjørdist skúlaskip, tey ið skriva søgu og føra pennin forma søguna sum tey vilja. Men rættast er nokk at siga, at Grímur læt Hans Eli útróðrarbátin tí hann ynskti, at han var varðveittur og gjørdist partur av spennandi verkætlan hjá Hans Eli og øðrum góðun monnum.
Óli M. Lassen
