mandag, april 13, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Útróður fyrr og nú – hvar er veiðutrýstið

Útróður fyrr og nú – hvar er veiðutrýstið

0 comments

24fo.news hevur hitt ein royndan heimamann ið var heimamaður hjá fleiri bátum í 1970´unum og 80´unum og spurt hvussu útróðurin var á Norðhavinum fyrr og nú

Hann sigur, at tað vanliga vóru eini 30 útróðrarbátar ið róðu fast út frá Klaksvík. Var góður streymur og gott veður og nógvur fiskur, vóru tað munandi fleiri bátar á Norðhavinum

30 bátar við 42 stampum hvør við 5 stykkjum geva 12.600 húkar pr. Bát og falda við 30 bátum so svarar tað til 378.000 húkar í sjónum frá útróðrarbátum frá Klaksvík ein útróðrardag.

Hartil skulu vit eisini rokna við útróðrarbátum úr Leirvík og úr Fuglafyrði og Eiði og úr Sundalagnum. Umframt hesar útróðrarbátar, so var eisini talan um garnabatar POLLUR, KARIN MARIA, MORNING STAR og SUNDENNI og møguliga GRUNNINGUR.  Í apríl komu so trolbátarnir. Tá bleiv Norðhavið latið upp fyri trolveiðu. Hartil høvdu útróðrarbátarnir eisini trolloyvir til landleiðina og vóru eisini økir opin á Norðhavinum hjá hesum trolbátum.

Støðan í dag

Í dag hendur tað javnan, at tað bert er ein útróðrarbátur frá Klaksvík á Norðhavinum og so eru bert 12.600 húkar í sjónum.

Um DALSENNI, BRAGD, BJØRGVIN, STAKKAVÍK, VÓNARLJÓS, LÍÐHAMAR og tveir aðrir smærri útróðrarbátar eru á Norðhavinum, so seta hesir tilsamans einar 98.000 húkar

Fyrr vóru minst 378.000 húkar í sjónum og 30 bátar á útróðri hvønn dag úr Klaksvík. Her er talan um ein vanligan útróðrardag og hartil trol, gørn og snella. I dag er útróður út frá Klaksvík á Norðhavið einans 98.000 húkar í sjónum um 8 bátar fara út sama dag. Hetta svarar til, at tað hvønn útróðrardag eru 279.200 færri húkar í sjónum.

Tí kunnu vit spyrja, hvar er veiðutrýstið? Stovnstrýst ? og hvussu nógv skal útróður niðurlagdast, nú dagarnir alsamt verða skerdir.  

Um 30 útróðrarbátar fara á Norðhavið og miðalprísurin hevur verið um 12 kr kg og hvør bátur í miðal fiskaði 5000 pund gevur tað 30.000 kr pr bát og gevur tað 900.000 kr ein útróðardag í Klaksvík fyrr.

Um vit brúka sama grundarlag í dag og tað fara 8 bátar úr Klaksvík til útróðrar á Norðhavið so gevur tað 240.000 kr í tátíðar peningi og landingarvirðið, og svarar tað til at Klaksvík missir hvønn dag útróðardag 660.000 kr * 80 útróðardagar svarar tað til at vit missa 52.800.000 milliónir um árið í tátíðarpeninigið og hartil minni arbeiði á flakavirkjum og hjá smiðum og útgerðarfeløgum vm.

I dag er kg prísurin omanfyri 30 kr so um 8 útróðrarbátar fara á Norðhavið og fáa 5.000 pund hvør og 30 kr/kg , gevur tað 75.000 kr so landa teir fyri 600.000 kr ein dag og 80 útróðrardagar geva 48.000.000 í umsetningið.

Óli M. Lassen reiðari og eigari av 24fo.news

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira