mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Samfelag Fólk og Fuglar í Klaksvík á Grækarismessu

Fólk og Fuglar í Klaksvík á Grækarismessu

0 comments

Afturvendandi tiltakið “Fólk og Fuglar”, sum Umhvørvisstovan, Havstovan og Tjóðsavnið skipa fyri, verður hesaferð í Klaksvík.

Evnið er: Hvussu stendur til hjá fuglunum í Føroyum? Hvørjar broytingar síggjast í stovnunum? Og hvat vísa nýggjastu kanningarnar?

Á skránni eru stuttir fyrilestrar um útvald fuglasløg og kanningar av fugli í Føroyum. Luttakararnir fáa innlit í nýggjastu úrslit frá árligu fuglateljingum í RAMSAR økjunum og høvi verður at seta spurningar eftir framløgurnar.

Tiltakið, sum er ókeypis, verður hildið á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík á Grækarismessu, tann 12. mars, kl. 19. Neyðugt er at melda til.

Skráin er henda:

19:00Vælkomin
19:10Teljingar av lunda í Mykinesi
Janus Hansen, Tjóðsavnið
19:25Fuglafró
Barbara Leone, Umhvørvisstovan
19:40Heiðafuglur í Skúvoy
Jón Aldará, Tjóðsavnið
19:55Skrápur í Nólsoy
Jógvan Thomsen, fuglakønur
20:10Kaffisteðgur
20.20Spurningar
20.55 Tikið verður samanum
21.00 Liðugt

Kári Sólstein er orðstýrari.

Kelda & mynd: hav.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira