Eru vit eitt vælvirkandi rættarsamfelag?
Við teimum risa broytingum, sum eru hendar í okkara samfelag tey seinastu 20 árini, kann ein spyrja, um vit eru eitt vælvirkandi rættarsamfelag, har nýskapan og menning hava góð kor.
Ein kann spyrja, hví eg nevni nýskapan og rættarsamfelag samstundis. Hetta er sera einfalt: skulu vit menna eitt land, og skulu borgarar og vinna tíma at menna samfelagið, so er neyðugt, at tey undirliggjandi viðurskiftini eru greið.
Eftirlitsstovnar – nógv eru sett á stovn, men riggar skipanin?
Vit hava sett hópin av eftirlitsstovnum í landinum: kommunala eftirlitið, fjarskiftiseftirlit, orku-eftirlit, brúkaraeftirlit og eina rúgvu av undirdeildum og stovnum v.m., sum øll skulu kanna tey, sum skulu arbeiða ella stovna vinnufyritøkur.
Men um miðfyrisitingin, stovnar, Løgtingið og Løgtingsins umboðsmaður ikki kunnu tryggja, at grundleggjandi viðurskiftir eru í lagi, so fáa vit ikki eitt vælvirkandi rættarsamfelag, har innovatión trívist.
Kommunurnar – ein stórur partur av búskapinum og ein veikur liður í nær demokratinum
Kommunurnar eru ein stórur partur av landsins búskapi, og tí er tað avgerandi, at eftirlitið her er nøktandi. Um kommunala eftirlitið ikki virkar, kann tað merkja eitt veikt nær demokrati, har borgarstjórar kunnu taka sær vald og avgerðarheimildir, ið teir ikki hava rætt til.
Í einum lítlum samfelag, har avstandurin millum vald og borgara er stuttur, er tað serliga vandamikið, um kommunalir leiðarar kunnu stýra eftir egnum vilja uttan veruligt eftirlit. Hetta kann skapa mistrivnað, ójavnvág og ótrygd í lokalsamfelagnum – og tað undirgrevur alt tað, sum eitt rættarsamfelag byggir á: gjøgnumskygni, ábyrgd og javnrætt.
Tá demokrati verður veikt
Demokrati er so veikt, at um borgarstjórar gera sum teir vilja, og kommunala eftirlitið ikki heldur stýr á kommununum, so er skjótt galið.
Um Løgtingið hevur samtykt, at allar fiskivinnubroytingar í millumlanda sáttmálum skulu leggjast fyri Løgtingið, og hetta ikki verður gjørt, so er ringt skil í landinum.
Um Landsstýrið ikki hevur eftirlit við lóggávuarbeiðinum hjá landsstýrinum, so er heilt galið.
Um LUM ikki tekur mál upp, um tey fella uttanfyri teirra arbeiðsøkið ella eru ov gomul, so er eisini heilt galið.
Hin grøv: ov nógv eftirlit og ov nógv regulering
Hinvegin kunnu vit fara í hina grøvina, har alt skal kannast og regulerast.
– Føroyskar fyritøkur, sum gera ein lítlan feil, fáa risa bøtur, um eitt komma er skeivt í umsókn um føroyska arbeiðsmegi. – Skal ein vindmylla setast upp, so tekur tað fleiri ár við kanningum og hoyringum í est og vest. – Um reiðarí halda, at aðalráð tulkar lógina skeivt, so er eingin, sum vil eftirkanna hetta.
Svøk pressa og eingin vinnumiðil
Um borgarar ella fyritøkur halda seg verða fyri órætti, so er torført at fáa hesi viðurskiftir fram í ljósið. Vit hava jú ikki eina pressu, sum hevur fíggjarliga orku og fólk til at eftirkanna ivamál í samfelagnum.
Um vinnan heldur, at mannagongdir og avgerðir kundu verið meira skilagóðar, so er eingin vinnumiðil til at taka hetta upp.
Tað mesta verður bara sligið upp í glans og yppa øksl. Tí kann ein spyrja, um vit veruliga hava tað eftirlit, ið er neyðugt. Samstundis kann ein eisini spyrja, um vit ikki hava eitt yvir regulerað samfelag.
Tørvur á sterkum løgmálaráð og ábyrgd
Í einum lítlum samfelag er neyðugt við sterkum løgmálaráð. Og skulu vit hava ein stovn sum LUM, so má hesin sum tað minsta kunna geva administrativar bøtur til tey starvsfólk, sum ikki røkja sítt starv til fulnar – bøtur úr 1.000 til 5.000 kr. Hetta fyri at signalera, at landið ikki letur alt um seg ganga.
Eitt rættarsamfelag byggir eisini á, at borgarar fáa svar uttan at skula biða um hetta. Tað er neyðugt við grundleggjandi hugburðabroytingum.
Hagtøl, greiningar og tørvurin á eini virknari Hagstovu
Tá tað kemur til hagtøl, so hava vit eina góða Hagstovu við góðum datagrunnum. Men neyðugt er, at spesialistarnir har gera greiningar fyri og til politikarar, vinnu og borgarar – og til miðlar at analysera.
Eingin hevur orku til at gera vinnugreiningar, fólkasamansetingargreiningar, arbeiðsmarknaðargreiningar og inntøkugreiningar. Árbókin má fáast til lív aftur, og Hagtalstíðindi framleidd av Hagstovuni. Tað eru hagtøl, sum vísa gongdina í samfelagnum yvir fleiri ár – minst 10 ár. At tosa um hagtøl ár fyri ár gevur onga meining at leggja á heimasíðuna.
Eru vit innovativ og hava vit eitt sterkt rættarsamfelag?
Eg ivist. Við tí vitan og teimum upplýsingum, eg dagliga fái, haldi eg, at her kunnu stórir batar gerast.
Lítla oyggjasamfelagið og tann veika fjórða statsvaldið
Tað er ikki lætt í einum lítlum oyggjasamfelag við veikum eftirlitsstovnum og einari fámentari pressu at seta spurnartekn við tey ivamál, sum kunnu uppstanda.
Í fleiri av okkara grannalondum fær pressan beðtýðiligan statsstuðul, tí fólk og politikarar ynskja, at samfelagið hevur eitt virkið rættarsamfelag.
Í Føroyum er gott at liva og virka, men tað kann gerast enn betur og okkum tørvar einfaldari mannagongdir á nógvum økjum og tað er ikki støddin á aðalráðum ið avgerð um vit hava eitt vælvirkandi samfelag.
Eg eri meiri bangin fyri einum stórum aðalráð har alt er vavt saman og har øll kunnu goyma seg og siga hatta var ikki mín deild, men hin deildin og hin deildarleiðarin.
Okkum tørvar eina lóggávu sum definerar nøkur aðalráð sum ikki kunnu broytast, serliga eitt sterkt løgmálaráð. Vit mugu sum skjótast yvirtaka útlendinga økið, vit mugu “foreinkla” sjúkradagpeningaskipanina, vit mugu gerða tað “einklari” at stovna fyritøkur. Tá fólk hava stovna fyritøku hjá skráseting Føroya skulu tey sjálvsagt ikki senda somu skjøl til TAKS stovningarsamtykt, viðtøkur, hvat er endamálið v.m. Tað er longu skrásett.
Um vit høvdu eina sterka pressu so høvdu tey eisini spurt politikarar um hvussu oljuvinnan skal skattast í einum framkomnum landi og hvat landi fær burturúr. Og um vit høvdu eina vanliga vinnupressu, so vildu tey eisini víst á, at at stórfyritøkur innan oljuútvinnan bert skulu skattast av ársúrslitinum ikki er ein gongd leið, tað hava tey langt síðani funni útav í Afrika og øllum heiminum







