mandag, april 13, 2026
Home Politikkur Hanna Jensen stillar ikki upp

Hanna Jensen stillar ikki upp

0 comments

Løgtingskvinnan hjá Framsókn Hanna Jensen verður ikki á listanum hjá flokkinum til Løgtingsvalið

Vit hava frætt at hon hevur valt ikki at stilla upp. Men hinvegin hevur fyrrverðandi Tjóveldiskvinnan Beinta Løve valt at koma á listan hjá Framsókn.

Hetta skrivaði heimasíðan hjá Framsókn um Hannu Jensen:

Á løgtingsvalinum 8. desember ’22 var Hanna Jensen fimtvald á listanum hjá Framsókn við 111  atkvøðum.

Hanna er limur Fíggjarnevndini og í Landsstýrismálanevndini.

Hanna Jensen er 49 ára gomul. Hon rektari á Miðnámi á Kambsdali og hevur útbúgving innan føroyskt og franskt mál og bókmentir og hevur undirvíst í mong ár eins og starvast sum lestrarvegleiðari.

Hanna hevur verið virkin í politikki leingi, er býráðslimur í Eysturkommunu á 15. ári, har hon í løtuni er forkvinna í Mentanarnevndini.

Hon stovnaði saman við øðrum Framsókn, er varaforkvinna og hevur verið varafólk, tingfólk og landsstýrisfólk fyri flokkin.

mynd: framsokn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira