mandag, april 13, 2026
Home Fólk og Frítíð Filmur: HAMNET

Filmur: HAMNET

0 comments

Filmurin ‘Hamnet’ tekur støði í skaldsøgu eftir norðurírska rithøvundan Maggie O’Farrell um William Shakespeare og konu hansara Agnes. Filmurin snýr seg um kærleika, sakn og sorg; ja alt tað, ið gav Shakespeare íblástur til tíðarleysa meistaraverkið ‘Hamlet’.

Filmurin er leikstjørnaður av Oscar virðisløntu Chloé Zhao. Paul Mescal hevur leiklutin sum Shakespeare og Jessie Buckley hevur leiklutin sum konan Agnes. ‘Hamnet’ vann áskoðaravirðislønina á Toronto Film Festival í 2025.

Filmurin varir 125 minuttir.

Dagfesting:10. mars 2026 Byrjar klokkan:19:00 Staðseting: Løkshøll Endar klokkan:21:05

Kostnaður 90 kr (+ 8kr avgjald)

Kelda & mynd:runavik.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira